Alt frá samkomum til LGBT skulu siga sína hugsan

25 innkallingar eru sendar út til fólk og feløg at koma fund við tær tríggjar tingnevndirnar, sum skulu viðgera broytingarnar í sambandi við uppskotið um at loyva samkyndum at giftast.

 

Annan mánadag klokkan 9 hevur mentanarnevndin hjá løgtinginum fund at viðgera løgtingsmál nr. 21/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

 

Nevndin hevur biðið hesi koma á fund við nevndina:

 

Kl. 9.15 Bispur  

Kl. 9.45 Umboð fyri kirkjuráð 

Kl. 10.15 Umboð fyri samkomur  

Kl. 10.45 Prestafelagið 

Kl. 11.15 Lærarafelagið 

Kl. 11.45 Pedagogfelagið 

Kl. 13.15 Heim og skúli 

Kl. 13.45 Landsstýriskvinnan í mentamálum

 

Dagin eftir, týsdagin 19. januar hevur trivnaðarnevndin fund at viðgera uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini.

 

Trivnaðarnevndin hevur biðið hesi koma á fund við nevndina:

 

Kl. 9.30 Ásvør Skaalum og Katrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingar 

Kl. 10.00 John Kølbæk, Fúti 

Kl. 10.30 Ja til hjúnabandið 

Kl. 11.00 Umboð fyri Lívdina 

Kl. 11.30 Kommunufelagið 

Kl. 13.00 LGBT 

Kl. 13.30 Amnesty International 

Kl. 14.00 Kvinnufelagið í Havn 

Kl. 14.30 Landsstýriskvinnan í mentamálum saman við Bispi 

Kl. 15.00 Landsstýriskvinnan í heilsumálum saman við Gingna 

Kl. 15.30 Umboð fyri Kelduna 

 

Og mikudagin 20. januar hevur rættarnevndin fund um uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar

 

Trivnaðarnevndin hevur biðið hesi koma á fund við nevndina:

 

kl. 9.30: Bispur 

kl. 10.00: Umboð fyri samkomur  

kl. 10.30: Ríkisumboðið 

Kl. 13.10: Fútin 

kl. 13.30: LGBT 

kl. 13.50: Løgmaður

 

Enn eru málini um broytingar í hjúnarbandslógini ikki sett á skrá til tingfund, og enn er heldur eingin tingfundur lýstur. Men tingnevndirnar hava bara ein mánað at viðgera lógaruppskot, og tí koma málini um broytingarnar í hjúnabandslógini helst fyri tingið síðst í hesum mánaðinum ella í februar. Málið kann verða avgreitt í februnar.

 

Verða uppskotini samtykt, so kunnu samkynd giftast í Føroyum 1. juli í ár.