Alsamt fleiri koma frá krabbameini við lívinum

Nýggj tøl vísa, at í Danmark eru alsamt fleiri á lívi fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein

Dagførdu tølini hjá donsku Krabbameinsskrásetingini vísa, at alsamt fleiri danir eru á lívi fimm ár eftir, at teir hava fingið staðfest krabbamein.

 

Nýggjasta uppgerðin, sum danska krabbameinsfelagið hevur gjørt fyri Heilsudátustýrið, vísti, at í tíðarskeiðnum frá 2014 til 2016, vóru 62 prosent av monnunum og 65 prosent av kvinnunum á lívi fimm ár eftir, at tey høvdu fingið staðfest krabbamein. Tað eru tvey prosent fleiri enn í tíðarskeiðnum frá 2011 til 2013.

 

Um samanborið verður við tølini frá 2004, sæst, at talið á monnum, sum eru á lívi fimm ár eftir at hava fingið krabbamein, er 14 prosent hægri í dag enn fyri 12 árum síðani. Hjá kvinnunum er talið 10 prosent hægri í dag.

 

Serliga tá talan er um lungnakrabba, vísa tølini, at í dag eru tvífalt so nógv á lívi fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest, sum tað vóru fyri 12 árum síðani.

 

Danska krabbameinsfelagið fegnast um gongdina, men vísir samstundis á, at komið er als ikki á mál enn.

 

Felagið heldur, at sum heild eigur dentur at verða lagdur á at fáa sjúklingarnar til lækna fyrr, tí møguleikin at koma undan við lívinum er størri, jú fyrr sjúkan verður staðfest. Eisini skal arbeiðast fyri, at færri byrja at roykja, sigur danska krabbameinsfelagið, sum vísir á, at royking er tann størsta stakorsøkin til krabbamein.