Komandi árini fer útgjaldið hjá ALS helst at tvífaldast. Í løtuni letur ALS smáar 50 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli um árið, men hækkar arbeiðsloysið til tey fýra prosentini, sum mann hevur roknað við, so fer skipanin minsta at lata 90 milliónir út um árið.
Hetta kemur bæði av vaksandi arbeiðsloysinum, men ikki minst av hægri útgjaldum.
Í løtuni er tað soleiðis, at ALS letur upp til 75 prosent av inntøkuni, ið hevur verið, og í mesta lagi 18.500 krónur um mánaðin. Tá broytingarnar eru gjørdar fer útgjaldið upp á 80 prosent, um hetta ikki er meira enn 20.000 krónur.
Tað vil við øðrum orðum siga, at miðallønt kunnu gerast arbeiðsleys, og framvegis vinna 80 prosent av inntøkuni tey høvdu.
Kostar nógv
Seinastu árini er upphæddin í ALS-skipanini vaksin heilt nógv. Í løtuni eru umleið 670 milliónir krónur í eginogn í skipanini. Broytingarnar koma saman við vaksandi arbeiðsloysinum at merkja, at ALS fer at gjalda umleið tvífalt so nógvan pening, sum hon higartil hevur gjørt.
Tað kemur at merkja, at skipanin fer at hava eitt hall á umleið 30 milliónir um árið næstu árini.
Tó eru onkrir postar, ið koma at lækka eitt sindur, tí utgjaldsdagarnir koma at lækka út 798 døgum til 648 dagar, og hetta gevur eina sparing, sum er undir 10 milliónir krónur.
Betri fyri fiskimenn
Fyrr hevur tað verið soleiðis, at útgjaldið til fiskimenn hevur verið rættiliga avmarkað. Hetta hevur serliga verið í samband við, tá skipini hava verið til umvælingar.
Sambært tølum hjá ALS eru tað umleið 350 fiskimenn, sum árliga missa inntøku, tí skipini eru til umvælingar. Treytin er í løtuni, at reiðaríini mugu siga monnunum upp, áðrenn teir fáa útgjald út ALS. Hetta skal eisini broytast, so menninir kunnu fáa útgjald úr ALS í upp til 60 dagar, uttan at verða uppsagdir, meðan skipini eru til umvælingar.
Tó skulu teir vera tøkir á arbeiðsmarknaðinum í tíðarskeiðnum.
Somuleiðis skulu menn, ið sigla við langfarðarskipum, fáa møguleika at gjalda inn í ALS, og soleiðis eisini fáa útgjald, tá teir koma í land.
Bíðidagar burtur
Í løtuni er tað somuleiðis soleiðis, at fólk skulu bíða í 10 dagar, áðrenn tey fáa útgjald úr ALS. Hesir dagar skulu nú takast burtur, so fólk hava eitt sindur betri møguleika fyri útgjaldi.
Eisini tey, ið fyrr hava verið sjálvstøðugt vinnurekandi fáa nú betri møguleikar, tí í løtuni fáa tey útgjald úr ALS eftir seinasta árið.
- Vit síggja, at sjálvstøðugt vinnurekandi stríðast til bitra endan, og tí fáa tey ofta eitt sera avmarkað útgjald, sigur Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri.
Eisini skal skipanin broytast, so at útlendingar kunnu fáa møguleika at fáa útgjald úr ALS.
Hetta skal skipast soleiðis, at útlendingar skulu fáa upplýsingar, um hvussu tey skulu sleppa upp í ALS.
Útaftur úr skipanini
Ætlanin er somuleiðis at leggja skipanina soleiðis til rættis, at fólk skulu fáa møguleika at koma útaftur á arbeiðsmarknaðin.
Hetta skal gerast við at ALS rindar arbeiðsplássum pening fyri at taka fólk inn.
- ALS skal ikki vera ein sovipúta, tí skipa mugu vit royna at fáa fólkini útaftur á arbeiðsmarknaðin, tá tey hava verið arbeiðsleys, vísir Jóhan Dahl á.
Fyribyrgja fráflyting
Høvuðsendamálið við broytingunum í ALS, eru sambært vinnumálaráðnum, at mann skal fyribyrgja, at fólk flyta av landinum.
- Vit mugu hava eina skipa, sum ikki er verri enn tann hjá grannalondunum, sigur Jóhan Dahl. Hann greiðir víðari frá, at skipanin fer at líkjast skipanunum í grannalondum okkara rættiliga nógv.










