Ukrainskir myndugleikar vita í morgun at siga, at Russland aftur í nátt hevur framt loftálop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, Kharkiv, Dnipro og Sumy.
Hetta merkir, kunnu vit staðfesta, at avtalan, sum amerikanski forsetin segði seg hava við russisks forsetan, Vladimir Putin, heldur ikki.
Donald Trump hevur sagt, at russiski forsetin í telefonssamrøðu lovaði, at Russland ikki fór at bumba Kyiv í eina viku.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at russiskar rakettir eitt nú hava rakt fleiri íbúðarbygningar í Kyiv og ein útbúgvingarstovn eystan fyri Dnipro-ánna.
Leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kyiv, Tymur Tkatsjenko, váttar hesi tíðindi á boðtænastuni, Telegram.
Eisini í Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina, verður sagt frá russiskum álopum við rakettum og dronum.
Borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, sigur, at tvey fólk hava fingið løstir, men einki verður sagt um materiellar skaðar annars.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at umboð fyri Russland og Ukraina skulu hittast á fundi hósdagin í Abu Dhabi, har eitt nýtt samráðingarumfar verður.
Lesið eisini -
Russiski herurin nærkast skrædli - https://www.in.fo/news-detail/serfroedingur-russiski-herurin-naerkast-skraedli











