18 landslið eru longu klár til HM í manshondbólti

HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi

Mynd: Týska hondbóltssambandið

18 landslið eru klár til HM-endaspælið í manshondbólti. 

 

HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi, dagarnar 13. til 31. januar í 2027. 

 

Vertsbýir eru Köln, München, Kiel, Hannover, Magdeburg og Stuttgart. Í Kiel og Hannover er talan um heimavallirnar hjá liðunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelmi Poulsen, THW Kiel og Hannover-Burgdorf.  

 

Millumumførini vera leikt í Hannover og Köln. Avgerandi dystirnir vera leiktir í Köln.

 

Liðini sum longu eru klár til HM-endaspælið eru:

 

Evropa: Týskland, Danmark, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki.

Afríka: Egyptaland, Tunesia, Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde), Algeria.

Asia: Bahrein, Katar, Kuveit, Japan.

Suðuramerika og Miðamerika: Argentina, Brasil, Chile, Uruguay.

 

Eitt umboð fyri Norðuramerika og Karibia, og eitt umboð fyri Kyrrahavsøkið, og tvey lið sum koma við upp á eitt sonevnt "Wild Card" skulu eisini við til HM. Harumframt koma 10 lið aftrat úr Evropa, ið mugu spæla Play Off dystir um rættin at kappast í HM-endaspælinum. Tað er altjóða hondbóltssambandið, IHF sum avger hvørji tvey lið sleppa við til HM-endaspælið upp á eitt "Wild Card". 

 

HM Play Off dystirnir í Evropa, ið vera leiktir dagarnar 13. til 17. mai vera hesir:

 

Kosovo/Bosnia Hersogovina-FØROYAR

 

Finnland/Montenegro-Slovenia

 

Ukraina/Slovakia-Norðurmakedonia

 

Kekkia-Frakland

 

Sveis-Italia

 

Serbia/Litava-Ungarn

 

Spania-Georgia/Ísrael

 

Noreg-Turkaland/Rumenia

 

Eysturríki-Pólland/Lettland

 

Grikkaland/Belgia-Niðurlond

 

 

 

Mynd: Týska hondbóltssambandið