Mark Rutte, sum er Nato-aðalskrivari, er í løtuni í Kyiv í Ukraina. Tað upplýsir forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, sambært Reuters.
Hann vitjar høvuðsstaðin eftir enn eina nátt við umfatandi russiskum álopum á høvuðsstaðin og fleiri aðrar ukrainskar býir.
Reuters veit frá borgarstjóranum í Kyiv, Vitalij Klitsjko, at siga, at 1170 íbúðarbygningar í Kyiv í løtuni eru uttan el og hita eftir álopini í nátt.
Sambært Yr vóru 20 kuldastig í ukrainska høvuðsstaðnum í morgun, so tað er vist, at her er kalt hjá teimum, sum hava mist streym og hita.
Í morgun søgdu ukrainskir myndugleikar, at russar í nátt framdu loftálop á eitt nú Kyiv, Kharkiv og Sumy.
Mikudagin og hósdagin fara umboð fyri Russland og Ukraina at hittast til nýggjar friðarsamráðingar í Abu Dhabi.
Endamálið er at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, men lítið er, sum í løtuni røkist fyri, at ein friðaravtala millum londini er í ljósmála.











