Tvær rakettir hava rakt eina tokstøð í býnum Kramatorsk í Donetsk-økinum har eysturi í Ukraina.
Reuters veit at siga, at tokstøðin hevur verið brúkt sum skjól hjá sivilfólki, ið eru rýmd úr økjum, sum eru fyri russiskum loftálopum.
Guvernørurin í Donetsk, Pavlo Kyrylenko, sigur, at fleiri túsund fólk vóru stødd á tokstøðini, tá rakettirnar raktu.
Ukrainska tokfelagið sigur, at í minsta lagi 30 fólk eru deyð og fleiri enn hundrað hava fingið skaða.
Pavlo Kyrylenko skrivar sambært útlendskum miðlum á Facebook, at "... fasistarnir vistu væl, hvar teir siktaðu, og hvat teir vildu..."
- Teir vilja taka so nógv friðarlig menniskju sum møguligt til gíslar; teir vilja oyðileggja alt ukrainskt.
Guvernørurin leggur bersøgin aftrat, at Russland er eitt land við skurkum og kriminellum. Óndskapurin má steðgast og sjálvandi sektast.
Pavlo Kyrylenko sigur, at løgregla og bjargingarfólk eru á staðnum, og stúrt verður fyri, at nógv hava ligið eftir á í álopinum.
Á hinari síðuni siga russiskir myndugleikar sambært RIA Novosti, at tað var ukrainski herurin, sum framdi álopið á tokstøðina.