Búskapar- og samfelagsfrøðingar hava saman við ávísum politikarum seinnu árini gjørt nógv burtur úr, at skal verða liviligt, er neyðugt greitt at skilja millum alment og privat. Hetta verður eisini nevnt bæði í frágreiðingini frá Búskaparráðnum og í løgmansrøðuni 2002.
Grundarlagið undir samfelagnum er privatu inntøkurnar sum skulu gjalda almennu útreiðslurnar Í øðrum lagi eru tað privat/almennu inntøkurnar, ið gjalda fyri fleiri almennar útreiðslur. Í triðja føri privatu/almennu inntøkugjøldini fyri brúks- og tænastuvørur (MVG o.a.) til fleiri hækkandi útreiðslur. Í fjórða viðfangi koma almennar inntøkur fyri tænastur frá almennum stovn-um, sum skriva rokningar fyri gjørd arbeiði fyri lógásettar tænastur í privatum fyritøkum.
Soleiðis kundi verið hildið fram. Onki alment uttan privat. Ongi heilsu- og trivnaðarmál uttan framleiðslu, og ongar tænastur uttan primervinnan hevur góðar sømdir. Hetta hongur saman.
Borgarligir fyrimunirnir
Hóast torført er at finna samanbering av Føroyum og Kina, ber til at hyggja at søguni hjá hesum risa landi, har privata fyritakssemi ikki fekk sømdir í meiri enn 50 ár. Fólkið gjørdist ómotiverað - "eitt deytt tól".
Seinastu 5 árini er verulig gongd komin á. Privatar fyritøkur úr USA, Týskalandi, Japan, satilitt-ríkjunum Hongkong, Taiwan, Singapore o.ø. eru nú sloppin inn á henda stóra og sera áhugaverda marknað at gera íløgur. Stórar íløgur verða gjørdar at kannað mentan til menning.
Hetta hevur við sær, at búskaparframgongdin nú økist, og økist við alt størri ferð. Seinasta hálva árið við yvir 7 prosentum og útlendski íløguvøksturin er øktur við 70%. Ein virðilig kollvelting.
Samstundis sæst, at dugnalig fólk gera innrás á henda áhugaverda marknað. Týðiliga sæst siga kinverskir samfelags- og búskaparfrøðingar - at fólk úr frælsa heiminum, t.d.úr Hongkong, arbeiða millum fjórðing og helvt skjótari enn kinverjin á meginlandinum, tey læra eisini nógv skjótari.
Tílíkt fer ikki bara fram í Kina, men allastaðni, har fólkið sleppir at menna seg og síni evni.
Privata og almenna brúk hvørt fyri øðrum
Vit eiga støðugt at gera okkum greitt, at grundarlagið undir einum samfelag er bæði privati og almenni parturin. Eingin tjóð livir eydnusom, uttan hesir partar fylgjast í eini tryggari javnvág.
Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um privatiseringar ella einskiljingar, her eru avgjørdar metingar og sterkar meiningar komnar til sjóndar. - Sjálvandi eru ofta forútinntiknar meiningar sum gera, at eitt kjak kundi verið skilabetri.
Tað kann tykjast løgið, at eitt nú kommunur skulu binda nógvan pening kanska einar 2 til 400 mió. krónur í at eiga SEV. Tað var nátúrligt, tá hetta frambrot varð sett á stovn. At landið skal binda likviditet í ognir sum Fiskavirking, JFK o.a. fyritøkur. Her eiga vit ikki bara at lata standa til.
Í sjeytiárunum var roynt at fáa JFK aftur á privatar hendur, men hetta fekk ikki viðhald frá landsstýrisins síðu. Tílíkt skal gerast dyggiliga umhugsað, væl gjøgnumarbeitt og undirbygt.
Nógv gott fylgir við
Tað tykist bæði løgið og harmiligt at hoyra formann Javnaðarfloksins seta málið so óseriøst fram, at koma útlendingar at eiga part í føroyskum fyritøkum, sigur hann niðursetandi, sum honum ofta liggur væl, so kann roknast við, at Frank Uhrenholt og Kjell Inge Røkke, koma inn. Ja, hvat um so er og hevði verðið!
Útlendingar eiga longu í føroyskum fyritøkum, og tað hevur higartil ikki verið stórur trupulleiki Tvørtur ímóti. Her fæst bæði íløgu- og rakstrarkapitalur, nýggjur marknaður við víðfevndum møguleikum, víður sjónarringur, management o.m.a. Sjálvandi verður hetta gjørt við vinningi.
Føroyska samfelagið kann ikki setast aftur um onnur, tí ræðsla er fyri nátúrligari menning.
Eg las greinina hjá Kristinu Háfoss í Dimmalætting fyri nøkrum døgum síðani um einskiljing, og má viðganga, at eg eri samdur við fleiri av hennara borgarligu sjónarmiðum. Spurningurin er bara, hvussu langt hon sleppir, so leingi hon er bundin av Tjóðveldisflokkinum.
Gott vit hava borgarligt Vinnumálastýri
Annars havi eg hug til at viðmerkja, hvussu mín góði vinur Tórbjørn Jacobsen fer við nevndar-valinum hjá Bjarna Djurholm. Tórbjørn, hetta er ikki til sóma og tænir ongum endamáli!
Ver fegin um, at Fólkaflokkurin umsitur okkara vinnupolitikk, tí hann er so týdningarmikil. Grundarlagið, sum lagt hevur verið seinastu árini við tilfari og tí hugburði okkara landsstýrismenn, Finnbogi Arge og Bjarni Djurholm, hava greitt úr hondum, er gevandi at byggja víðari á.
Latið okkum standa saman, gera samfelagið uppaftur meiri livandi. Lat fólkið sleppa at royna seg "við teim evnum sum skaparin gav", so vit fáa ein dyggari dynamikk og skapa størri sjálvsvirði.
Búskapar- og samfelagsfrøðingar okkara saman við ávísum politikarum hyggja ofta bert eftir yvirflatuni, teir gera sínar niðurstøður, sum um menniskjan bert er ein deyður maskinlutur og ikki ein livandi, skapandi, hugsandi og mennandi skapningur, tá hon sleppir at royna seg.
Nógv annað verður at taka fram í komandi døgum, nú bæði "búskaparfrágreiðingin" og løgmansrøðan 2002 eru greidd úr hondum og nú verða viðgjørdar, bæði um privatar og almennar útreiðslur og effektivitetin hjá hesum samlaða liði. - Latið okkum hava í huga, at "alment og privat altíð og allastaðni óloysiliga er knýtt hvørt at øðrum".