Nú skal felagið, sum umsitur teir báðar undirsjóvartunlarnar, flyta inn til Saltangará. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Hetta varð ein avgerð, sum varð tikin í undanfarnu samgongu, men hóast meiri enn eitt ár er farið, er avgerðin ikki sett í verk enn, hóast leigusáttmálin um høli í Saltangará longu varð undirskrivaður áðrenn løgtingsvali fyri einum ári síðani. Men hóast hølini eru leigað, verður leiga ikki goldin fyrr enn tey eru klár at taka í nýtslu.
Tí hevur Aksel V. Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, spurt Jørgen Niclasen, nær ætlanin verður sett í verk. Og hann sigur í einum tíðindaskrivi, at landsstýrismaðurin hevur svarað, at tað verður fyrst í desember, at felagið flytur adressu.
Hølini skuldu umvælast skuldu, men hetta dróg út tá ið korona fór at ganga. Tó er greitt, at í desember verður klárt at flyta og tá flytur skrivstovan hjá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum á Heiðavegin í Saltangará.
Aksel V. Johannesen heldur, at tað hevur týdning at hava fjølbroytt arbeiðspláss kring alt landið og hann heldur, at skrivstovan hjá tunnilsfeløgunum kann eins væl vera á Skálafjørðinum sum í Tórshavn.