- At politiski myndugleikin gevur Smyril Line almennan stuðul, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív
Tað heldur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship.
Hon hevur ikki hug til at gera tær stóru viðmerkingarnar, men hon heldur, at hetta er ein serstakliga óheppin ábending, sum vit nú fáa frá politiska myndugleikanum.
Hon staðfestir, at hetta er ógvuliga kappingaravlagandi mótvegis hinum flutningsfeløgunum.
Men tað, sum serliga ørkymlar hana, er signalvirðið, sum politiski myndugleikin sendir teimum føroyingum og útlendingum, sum kanska hava áhuga í at gera íløgur í vinnulív her á klettunum, sigur hon.
- Tað er ongin ivi um, at føroyskt vinnulív hevur tørv á íleggjarum, bæði føroyskum og útlendskum íleggjarum.
- Men tá ið tað almenna kann finna upp á at pilka einstakar fyritøkur burtur úr og stuðla teimum, tá ið tað gongst illa, fer tað verða tórført at fáa íleggjarar at gera íløgur í Føroyum.
- Eg dugi ikki at síggja annað, enn at tað fer at ræða íleggjarar, tí hvør fer at gera íløgur í eina vinnugrein, tá ið teir kunnu enda í teirri støðu, at kemur ein kappingarneyti í óføri, so kann hann bara fara í landskassan eftir hjálp.
- Tað ger íløguna ótryggari og tí er hetta eitt ómetaliga óheppið signal, sum politiski myndugleikin sendir við hesi ætlanini um at bjarga Smyril Line.
Samstundis harmar tað hana, at flutningsfeløgini, sum eru í Føroyum, ikki hava fingið høvið til at bjóða upp á dekspláss umborð á Norrønu til farmaflutning ímillum Danmark og Føroyar.
- Tað varð ikki bjóðað úr alment, tí tað tilboðið fekk bara eitt danskt felag, sum Smyril frammanundan samstarvar við, leggur hon afturat.