Almennur stuðul gav størri veiðitrýst

ES ætlaði, at upphøggingarstuðul og aðrar stuðulsskipanir skuldu skerja trýstið á ymsar fiskastovnar, men royndirnar vísa, at gongdin hevur verið tann øvugta. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing hjá granskingarstovninum Pew Environment Group.

Sagt verður, at fleiri útgerðarfeløg fingu pengar frá ES fyri at taka skip úr vinnu, men samstundis hava onnur útgerðarfeløg fingið meiri pening til at byggja nýggj skip og at umbyggja eldri skip.

Úrslitið er, at veiðiorkan er vaksin og ikki minkað, sum ætlanin var.

Pólland er tað einasta ES-landið, sum hevur skert sína veiðiorku, sigur Pew Enviroment Group.