Almennu Føroyar hava klaffar fyri eyguni

Tey tykjast hava avgjørt, at vit skulu satsa upp á el-bilar, og vilja ikki hoyra talan um aðrar møguleikar, sigur stjórin á Magn, sum er sinnaður at royna brint-tøkni í Føroyum

Magn umhugsar at skipa fyri at fáa brint-tøkni til Føroya.

- Tað er misskilt, at oljufeløgini ikki eru vitandi um framtíðina. Vit eru púra greið yvir, at oljan ikki er rætta evni at satsa upp á um 20 ár, og vit eru sinnað at fyrireika okkum til framtíðina. Hví skuldi framtíðin ikki verið brint, júst tað sama sum el, spyr Hendrik Egholm, stjóri á Magn.

 

Felagið er í løtuni í ferð við at kanna møguleikarnar at fáa brintstøðir hendan vegin og er í dialog við bilasølur um møguligar avtalur.

 

Magn fær tó onga undirtøku frá landsins myndugleikum.

- Almennu Føroyar hava klaffar fyri eyguni. Tey tykjast frammanundan at hava avgjørt, at vit skulu satsa upp á el-bilar, og vilja ikki hoyra talan um aðrar møguleikar, sigur stjórin á Magn.

- Aðrastaðni góðtekur man, at spurningar verða settir við framtíðar orkuloysnir, men í Føroyum veit man hundrað prosent. Tað haldi eg vera í so nasadjarvt, sigur Hendrik Egholm.

 

- Eg vóni, at landsins myndugleikar vilja hava brint í huganum, tá ið avgjøld og ætlanir, sum stuðla grønum initiativum, skulu leggjast, sigur Hendrik Egholm.

 

Les meiri um ætlanirnar hjá Magn og brinttøkni annars í Sosialinum, sum kom í postkassan í morgun. Har greiðir stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, frá, hví SEV ikki vil fara undir slíkar verkætlanir.