Almennar milliardir kunnu skapa framburð

Tað almenna kundi verið við til at skapt likviditet og harvið framburð, um ágóðin uttanlanda var settur í føroyskar bankar, ljóðar tað búskaparfrøðingi

Tann milliardstóri ágóði, sum tað almenna og ein røð av almennum stovnum hava standandi í útlandinum, kunnu verða við til at gagnnýta kreppuna til okkara fyrimun.

Tað heldur búskaparfrøðingurin Magni Laksafoss.

- Tað almenna hevur omanfyri eina milliard standandi í útlandinum. Og almennir stovnar so sum Realurin, Føroya Lívstrygging og aðrir stovnar hava eisini nógvan pening standandi uttanlanda. Nú er rætta tíðin til at flyta henda pening á konto í Føroyum, sigur Magni Laksafoss.

Orsøkin er, at tann hjálparpakkin, sum danski staturin hevur veitt til danska peningaheimin, eisini umfatar føroysku peningastovnarnar. Tað merkir, at almenni peningurin stendur er fult so tryggur í Føroyum sum uttanlanda.

- Fíggjarkreppan snýr seg í sera stóran mun um tørvandi likviditet hjá fíggjarvinnuni. Tað almenna kundi harvið verið við til at tryggja likviditetin við at flyta peningin heim. Hetta hevði verið til stórt gagns hjá peningastovnunum, sum høvdu verið førir fyri at veitt vinnulívinum ta fígging, ið er so torfør at fáa beint nú. Føroysku bankarnir eru hartil væl fyri, og uppfylla fult og heilt lógarkrøvini um solvens, sigur Magni Laksafoss.

- Hetta merkir stutt sagt, at vit í Føryum kundu skapt vøkstur burturúr kreppuni - og tað hevur stóran týdning, nú ið alt bendir á ringari tíðir, sigur Magni Laksafoss.