Almenn lønarkontu, Íslandssáttmálin og miðlastuðul á tingfundi í dag

Tá tingfundurin verður settur klokkan 10 verður fyrsta málið á skránni uppskot frá Tjóðveldi um almenna lønarkonto. Annað málið á skránni er eisini frá Tjóðveldi, og snýr seg um fyrstuhjálparskeið í fólkaskúlanum.

Triðja málið á skránni er uppskot frá Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanlandsmálum, um at seta úr guldið løgtingslógina um at seta úr gildi Hoyvíkssáttmálan.

Fjórða málið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um miðlastuðul frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum. Hetta málið snýr seg um at taka skipanina við miðlastuðli til privatar miðlar í Føroyum og í staðin gera eina lóg um verkætlanarstuðul til fólk, sum hava hug at gera fjølmiðlatilfar.

Fimta málið á skránni er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul. Um eftirlit við lestrarvirkni, reglur um stuðul til skúlagjald til lestrarfyrireikandi altjóða miðnámsútbúgving uttanlands, norðuratlantsflokkur javnsettur við miðnám í Føroyum og hægri hámark fyri skúlagjald til útbúgving uttan fyri Norðurlond.

Síðsta málið er 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at ólavsøkuaftan verður almennur frídagur.