Rógvi Nybo
422 motorakfør við einum útveganarvirði á góðar 200 milliónir krónur við meirvirðisgjaldi. Tað er talið av akførum, sum Føroya Gjaldstova hevði skrásett tann 1. februar 2010, tá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, svaraði einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, formanni í Sjálvstýrisflokkinum, um hvussu nógv akfør tað almenna eigur og hvat hesi kostaðu.
Talan er tá um øll motorakfør, bæði vanligar persónbilar, bussar, neyðsendarakfør, traktorar, gravimaskinur, dumparar og so framvegis.
Harumframt manglaðu akførini hjá nøkrum av stóru landsstovnunum, so sum sjúkrahúsunum, sum ikki høvdu latið inn yvirlit yvir teirra motorakfør til Gjaldstovuna, og sostatt kann tann almenna akfarsflotin fara at tátta í 500 akfør.
Gjaldstovan viðmerkir tó, at útveganarvirðið á persónbilum er við skrásetingargjaldi, sum verður rindað í landskassan, og at skrásetingargjald sostatt verður rindað úr landskassanum og niður aftur í landskassan, tá ein landsstovnur keypir ein vanligan persónbil.
Tobbi: »Flotin er bólgnaður«
Hetta er tó ikki sama tal, sum Tórbjørn Jacobsen, tingmaður hjá Tjóðveldi, fekk upplýst, tá hann herfyri fekk svaraðan ein líknandi spurning til Kaj Leo Johannesen, løgmann, um talið av almennum akførum.
Tórbjørn Jacobsen skrivaði í viðmerkingunum til fyrispurningin, at tey, sum dagliga aka á landsvegum okkara, hava lagt til merkis, at almenni akfarsflotin er munandi bólgnaður hesi seinastu árini. Bara ein túrur úr t.d. Eysturoynni suður til Havnar er ein váttan um, at landið í diversum høpi hevur ognað sær eitt ótal av akførum av alskyns slagi. Og mangan eru hetta akfør í tí heilt dýra endanum, sum ein privatur stjóri tók til nú ein dagin: »Man kennir seg lítlan við einum 6 ára gomlum djipi fyri kvarta millión krónur, táið eitt alment CO2 dýr hjá tí almenna, fyr áleið eina millión krónur, á eini hissini arbeiðsvitjan leinar upp í túninum.«
Svarini samsvara ikki
Í svarinum til Tórbjørn Jacobsen, hevur Kaj Leo Johannesen lagt eitt fylgiskjal við, sum vísir hvussu nógv akfør hvør almennur stovnur hevur, og hvat útveganarvirðið á teimum er. Á skjalinum stendur skrivað, at hetta eru tøl úr Leiðslukunningarskipanini, og at hetta er uppgjørt av Gjaldstovuni tann 31.03.2010.
Men her er skrásetti akfarsflotin hjá tí almenna tódnaður munandi, í mun til tað, sum fíggjarmálaráðharrin upplýsti fyri Kára P. Højgaard.
Sambært svarinum frá løgmanni, sum er latið tann 4. maj í ár, so er talið av skrásettum akførum 164 tilsamans, við einum útveganarvirði á góðar 47 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald.
Tó skrivar Gjaldstovan eisini á uppgerðina, at Gjaldstovan er vitandi um, at sera nógvir bilar eru ikki skrásettir í støðisogn, tí at stovnarnir hava ikki sent skjølini til Gjaldstovuna at skráseta.
»Út frá talinum av akførum, sum Gjaldstovan rindar vektgjald fyri til Akstovuna fyri almennar stovnar, so skuldu yvir 300 almenn akfør verið skrásett á Gjaldsvotuni. T.d. eru 22 akfør hjá Nærverkinum skrásett í støðisogn. Seinna hálvár 2009 rindaði Nærverkið vektgjald fyri 68 akfør«, viðmerkir Gjaldstovan á fylgiskjalinum.
Samanbera vit svarini, sum Tórbjørn Jacobsen fekk frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, tann 4. maj í ár, og so tað, sum Kári P. Højgaard fekk frá Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, tann 1. februar í ár, so er munurin í øllum førum 100 akfør, sum ikki eru við í seinna svarinum.
Partafeløgini ikki við
Tá almenni akfarsflotin verður uppgjørdur, tá er tað uttan at telja akførini hjá almennu partafeløgunum við. Almennu partafeløgini liggja uttanfyri landsroknskapin og hava tí ikki skyldu til at gera upp, hvussu stórur akfarsflotin hjá teimum er, og hvat hesin kostar.
Eitt nú eru akførini hjá Vága Floghavn, Posta og Føroya Tele ikki við í hesari uppgerðini, og eru akførini hjá serliga teimum báðum seinnu fleiri í tali.
422
almenn akfør
við einum útveganarvirði á omanfyri 200 milliónir krónur. Tá eru almennu partafeløgini ikki íroknað.










