Lítla samgonga hevur fundast um almannaøkið í allan dag. Hóast flokkarnir hava eina felags fatan av, hvørjir trupulleikarnir eru, so er ikki komið á mál enn. Eftir at tað fyrr í dag frættist, at Javnaðarflokkurin skuldi havt hótt við at slíta samgonguna, um ikki játtanin til almannaøkið varð hækkað, hevur flokkurin í kvøld sent út tíðindaskriv til miðlarnar.
Í skrivinum, sum flokkurin rópar ?Konstruktivir fundir um almannaøkið?, verður sagt, at samgongan í dag hevur sitið á konstruktivum fundum um neyðugar tillagingar, so sleppast kann undan, at sparingar raka tey veikastu í samfelagnum.
Eisini váttar flokkurin, at hann bað um, at skráin á regluliga fríggjadagsfundinum í lítlu samgongu varð ruddað, til frama fyri mál, sum eftir floksins tykki raka skeivt, og tí ikki eiga at verða gjøgnumførd.
- Men støðan í samgonguni hevur ikki verið hættislig og neyðugt hevur ikki verið at hótt við at slíta samgongusamstarvið. Klandur og stríð er ikki vørumerkið hjá hesi samgonguni, sigur flokkurin millum annað í tíðindaskrivinum.
Javnaðarflokkurin sigur seg hava verið sera ónøgdur við ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum.
- Hetta hava vit viðgjørt leypandi í tingbólkinum alla vikuna ? eisini saman við landsstýriskvinnuni á økinum og við fakfólkum á økinum.
Flokkurin vildi eisini hava fund við hinar samgonguflokkarnar, og í allan dag hava teir viðgjørt evnið.
- Tað er enn ikki komið endaliga á mál við arbeiðinum. Men tað er í dag greitt, at flokkarnir hava eina felags fatan av, hvørjir trupulleikarnir eru, ið krevja loysnir sum skjótast, sigur flokkurin.










