Kanningar vísa, at vit hava eitt serføroyskt ILA virus, sum laksurin ikki verður sjúkur av.
Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni. Starvsstovan vísir til kanning, har fiskasjúkudeildin á stovninum hevur kannað 35.000 laksar og granska úrslitið.
Tað er Debes H. Christiansen, leiðari á Fiska og Djórasjúkukanningarstovuni, sum hevur staðið fyri hesari granskingarverkætlanini.
Úrslitið er ein grein, sum er almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum, Journal of General Virology í samstarvi við granskarar í Noregi og í Skotlandi.
Greinin staðfestir, at næstan allur aldur laksur í Føroyum verður smittaður við ILA virus, meðan hann gongur á sjónum. Men ILA smittan er ikki varandi og heldur ikki sjúkuelvandi.
- Tveir til fýra mánaðir eftir at laksurin er smittaður, sær hann út til at vera sloppin av við smittuna aftur.
Týdningarmesta úrslitið av kanningunum er, at hóast allur laksur verður smittaður við ILA, verður hann ikki sjúkur á sama hátt sum fyri skjótt 10 árum síðani, tá ið at kalla øll tann føroyska alivinnan fór í skeljasor orsaka av ILA sjúkuni.
Kanningin vísir nevniliga, at vit hava eitt serføroyskt ILA virus.
Tað er munur á ílegunum á tí sjúkuelvandi ILA virus, sum var orsøkin til ILA útbrotini í Føroyum, samanborið við tann ikki sjúkuelvandi ILA virus, vit í dag finna í føroysku alivinnuni.
- Úrslitini týða á, at ILA virus, sum ikki er sjúkuelvandi, er upprunin til sjúkuelvandi ILA virus.
Hví virus broytist til sjúkuelvandi ILA, men strongd og aðrar sjúkur hava víst seg at hava ein týðandi leiklut.
- Framtíðin fer at vísa, um tær bygnaðarbroytingar og smittufyribyrgjandi tiltøk, sum seinastu árini eru sett í verk, eru nóg mikið at fyribyrgja sjúku í eini alivinnu, sum framvegis veksur við stórari ferð.
Er nakar, sum vil vita meir, er Greinin at finna á: vir.sgmjournals.org/content/vol92/issue4/.