Stendur tað til Borgarstjóran á Sandi, verða allir barnaskúlarnir í Sandoynni lagdir saman í ein skúla. Brandur Sandoy heldur, at tað hevði verið betri fyri børnini. Hann sigur, at sum er, samstarva Sandur og Húsavík um barnaskúlan, men annars er barnaskúli eisini bæði í Skopun og í Skálavík. Hinvegin eru allar kommunurnar felags um meginskúlan á Sandi, har børnini ganga frá fimta flokki. Men stóð tað til Brand Sandoy sjálvan, vórðu allir barnaskúlarnir í Sandoy lagdir saman, segði hann í kjaksending á Rás2.
Tað gevur nógv betri samanhald og børnini integrerast nógv betur, at lata tey ganga saman longu frá fyrsta flokki. Tí eiga vit at gera ein felags barnaskúla í Sandoy, heilt frá fyrsta flokki, heldur hann.
Í Vágum eru stórar íløgur gjørdar í ein felags skúla á Giljanesi, og Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, sigur, at royndirnar av tí hava bara verið góðar, bæði hjá lærarum og næmingum.
Ikki minst hava tey eisini lagt dent á at geva lærarunum góðar umstøður, har hvør lærari hevur sítt egna arbeiðspláss og tað hevur eisini góða ávirkan á næmingarnar, sigur hon. |