Allegri nýggjur Milan-venjari

Fyrrverandi Cagliari venjarin, Massimiliano Allegri, hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við italska stórfelagið.

 

42 ára gamli Allegri hevur leingi verið favorittur at yvirtaka venjarastarvið av »Rossoneri«, sum AC Milan verður nevnt. Men milanofelagið mátti bíða, meðan Allegri samráddist um at verða loystur úr starvi hjá Cagliari.

 

Hann hevur seinastu tvey árini megnað eitt 9. og eitt 12. pláss í Serie A við Cagliari. Hansara avrik eru heldur ikki farin óansað aftur við borðinum, tí bæði árini er hann valdur at vinna »Panchina d?Oro«, sum er heiðurin sum besti venjari í Serie A.

 

Milan hevur havt eitt heldur vánaligt kappingarár og gjørdist bert nummar trý í italsku kappingini, samstundis sum teir vóru bankaðir í áttindaparts finaluni í Champions League við einum samlaðum tapi á 2-7 móti Manchester United.