Allar veðurstøðir samdar: Fantastiskt ólavsøkuveður

Tað kann vera øgiliga vandamikið at spáa um veðrið. Serliga á ólavsøku skal størsta varsemi vísast. Men skulu vit trúgva veðurstøðunum, verður ólavsøkuveðrið í ár einki minni enn fantastiskt.

Bæði Yr, Theyr, Belgingur,DMI og Freemeteo lova frálíkt veður alla ólavsøkuna.

Tað verður at kalla stilt, í ringasta føri eitt lítið lot av útsynningi og vestri, klárt fyri tað mesta fitt av sól og tað besta av øllum: skróðturt.

Sostatt eru allar fortreytir fyri at halda ólavsøku akkurát, sum hon eigur at verða.

Spurningurin er so um undirritaði skal vága sær í býin á ólavsøku, ella verður boyddur at smoyggja sær til húsar aftur í úrtið. Men gamalt er, at ein skal ikki lova meiri, enn ein kann halda. So heldur forsøgnin ikki, er tað veðurstøðirnar, sum hava skyldina.