Allar fimm sonatur Beethovens

Sunnudagin verða allar fimm cellokonsertirnar hjá Beethoven framførdar í Norðurlandahúsinum

Konsertfelagið og Norðurlandahúsið kunnu sunnudagin bjóða øllum sum beundra Beethoven eitt serligt upplivilsi. Úr íslandi koma tveir tónleikarar, sum spæla allar cellosonatur Beethovens fimm í tali út í eitt komandi sunnudag kl 16:00 í Norðurlandahúsinum. Effektiva spælitíðin er út ímóti tveimum tímum, tí eru tveir steðgir á konsertini.

 

Tónleikararnir eru Sigurður Halldórsson, celloleikari, og Daniel Thorsteinsson, klaverleikari. Hesir báðir hava spælt saman síðan 1983 og hava hildið eina fjøld av konsertum víða hvar í Íslandi og uttanlands.

Sum limir í kamarorkestrinum »Kaput« hava teir spælt í Føroyum í smb. við summartónar.

Sigurður lærdi í Íslandi hjá navnframa Gunnari Kvaran og síðani hjá Raphael Sommer á Guildhall School of Music and Drama í London. Sigurður er ikki bert aktivur tónleikari í Íslandi og víða hvar í Europa, har hann heldur konsertir. Hann syngur eisini miðaldarsang í manskórinum, Voces Thules, og spælir suitur Bachs á barokkcello.

Daniel er frá Neskaupstaði. Hann lærdi klaverspæl í Reykjavík og síðani á Sweelinck konservatoriinum í Amsterdam. Eisini hann hevur spælt víða hvar í Europa, Amerika og Canada.

Áhugamál hansara í ymsum tónleikagernrum hava leitt til, at hann eisini spælir lættan tónleik bæði á klaver og harmoniku.

Nýliga var hann solistur ED triðju klaverkonsert Beethovens.

Tað kann tykjast ein stórur bitið at svølgja allar fimm sonatur Beethovens á eini konsert, men hetta er ikki óvanligt uttanlands. Og sum eitt kuriosum kann nevnast, at Thorshavn Sang- og Musikkforening skipaði fyri slíkum drúgvum konsertum fyri góðum hundrað árum síðani, har steðgirniar vóru so mikið langir, at fólk kundu fara heim at fáa sær ein drekkamunn.

Tað verður ikki neyðugt sunnudagin, tí Norðurlandahúsið hevur okkurt gott at bjóða uppá í steðgunum.