Antin 1500 krónur í bót ella eitt ár burtur frá landsliðnum!
So greitt var valið teir báðir landsliðsspælararnir Mikkjal Thomassen og Ingi Rasmussen fingu frá Allan Simonsen eftir dystin móti Kekkia 20. august.
Og teir valdu hvør sítt.
Ingi segði farvæl til helmingin av pengunum, hann átti til góðar fyri ferðina til Kekkia, meðan Mikkjal Thomassen heldur tók karantenuna.
Orsøkin til rumblið var, at teir báðir HB-spælararnir vóru 10 minuttir ov seinir til hvíldina, sum var ásett at vera kl. 14.00 dagin fyri dystin í Prag.
Ingi og Mikkjal høvdu verið ein túr í býnum, og ásannað báðir, at teir vóru ov seinir aftur á gistingarhúsið.
Og eftir dystin, sum Føroyar taptu 2-0, kom Allan Simonsen til teir báðar spælararnar og segði, at hann noyddist at revsa teir.
Teir fingu so valið millum 1500 krónur í bót ella eitt ár burtur frá landsliðnum.
Revsa teir nýggju
fyri at ávara hinar
Ingi Rasmussen váttar yvir fyri ítróttarsosialinum, at hann hevur tikið við eini bót, sum Allan Simonsen hevur givið honum, men hann vil ikki siga meiri um hendingina.
Eg fekk eitt val millum eina bót og karantenu í eitt ár. Eg valdi bótina, og havi ikki hug at gera meiri burtur úr tí, sigur hann.
Mikkjal Thomassen vildi hinvegin ikki gjalda bótina, og hann heldur ikki, at hann hevur fingið røttu viðferðina.
Eg visti einki um, at vit kundu vænta hesa revsingina, og Allan Simosen vil helst bara revsa spælarar, sum eru nýggir á liðnum, fyri at ávara hinar, sigur hann við Ítróttarsosialin.
Hevði tað verið onkrir av teimum meiri etableraðu, so ivist eg í, um revsingin hevði verið tann sama.
Allan Simonsen vísur hesum aftur, og sigur, at tað er als einki um hetta.
Tað er líkagyldugt hvør tað var, sum breyt avtaluna, sum vit høvdu gjørt. Eg kundi ikki síggja millum fingrarnar, og var noyddur at revsa spælarar, sigur hann.
Orð móti orði
Mikkjal Thomassen førir fram, at hann hevði einki fingið at vita um, at revsingin fyri at verða ov seinur til hvíldin var so hørð.
Eg forsvari ikki, at eg var ov seinur. Tað var skeivt av mær, og tað er í fínasta ordan, at hava eina greiða linju. Men eg visti bara ikki um hetta áðrenn, og tá Allan Simonsen nú sigur, at hann hevði sagt tað við okkum tveir tímar áðrenn, so passar tað ikki, sigur hann.
Allan tosaði um kortspælið, sum er ein trupulleiki á landsliðnum, og einki um bøtur og revsingar fyri at vera ov seinur til hvíldina.
Tað stendur orð móti orði hesum viðvíkjandi, tí Allan Simonsen greiður Ítróttarsosialinum frá, at sama dag, sum spælararnir vóru ov seinir til hvíldina, høvdu teir havt ein fund, har tað var gjørt greitt, at allar tíðir skuldu haldast.
Og tá so tveir spælarar bara tveir tímar seinni bróta avtaluna, sum vit gjørdu, kann eg ikki finna meg í tí. Eg var noyddur at revsa teir, og skapa eitt fordømi fyri hinar spælararnar.
Verður hetta nú nakað, sum tú fert at halda fram við framyvir?
Øll koma av og á ov seint, tað geri eg eisini, og framyvir fara vit at meta um hvørt einstakt dømi. Eg haldi bara, at hendingin í Prag var so grov, tí vit høvdu beint frammanundan avtala, at allar tíðir skuldu haldast. Og annar av spælarunum hevði áðrenn hann fór í býin spurt liðføraran um hann kundi fara, fekk eitt nei, og fór hóast tað.
Ikki at fara ov langt.
Í Ekstrablaðnum leygardagin er stór samrøða við Allan Simonsen um millum annað hansara landsliðsarbeiðið í Føroyum.
Og har tosar landsliðsvenjarin um hvussu trupult tað var at byrja í Føroyum, tí spælararnir hildu ikki tíðirnar. Hetta er vorðið nógv betri við tíðini, og avtalurnar verða nú hildnar, sigur hann.
Men tað er ein balansugongd, tí tú kanst ikki krevja ov nógv av spælarunum, tá teir samstundis hava eitt arbeiði við síðuna av, sigur Allan Simonsen við blaðið.
Men landsliðsvenjarin heldur ikki, at hann er farin ov langt við at revsa Inga og Mikkjal so ógvusliga.
Nei, tað haldi eg avgjørt ikki. Út frá tí, sum vit høvdu avtalað um at halda tíðirnar, noyddist eg at gera okkurt, um míni orð skuldu vera nakað verd. Hevði eg latið tað gingið, at spælararnir vóru ov seinir til hvíldina, so kundu allir gjørt tað sama næstu ferð, sigur hann.
Tað krevur nakað av spælarunum at vera á landsliðnum, og at orðini hjá Allan Simonsen um at hava ein profesionellan innstilling eru meiri enn bert stór orð, er prógv um nú.
Orðini eru vorðin til revsing, bót og karantenu!