Allan sólaði sær

Venjarin hjá føroyska liðnum rósti sínum monnum fyri sannførandi avrik í 2. hálvleiki, tá teir brúktu bæði kropp og høvd

Tað var ein sera fegin Allan Simonsen, sum eftir dystarlok hitti føroysku og slovensku pressuna:

? Eg var illa heitin av fyrra umfarinum. Okkara spælarar høvdu stórar trupulleikar. Vit spældu ikki væl, men tað skal undirstrikast, at vit í 1. hálvleiki spældu ímóti sovornum snillingum, sum vit sjáldan hava sæð á Svangaskarði. Teir vóru fantastiska góðir við bóltinum. Teir samanspældu væl, og teir fluttu seg so mikið nógv, at krøvini til okkara spælara gjørdust ógvuliga stór.

Allan Simonsen vísti eisini á, at í 1. hálvleiki skiftu mótstøðumenninir spæliskipan alla tíðina. Í útgangsstøðu vóru teir sera framrættaðir í 3?4?3 skipan, men so skiftu teir aftur og aftur, og tað hevði við sær, at føroysku spælararnir alla tíðina av nýggjum skuldu taka bestikk av støðuni og tillaga seg.


Meiri búff

Allan Simonsen hevði sína frágreiðing til, at myndin broyttist fullkomuliga í 2. hálvleiki:

? Í steðginum segði eg við spælararnar, at 1?0 til teirra kundu vit ikki brúka til nakað sum helst. Tann tíðin er farin, tá vit skulu vera nøgdir við tepurt tap ímóti teimum stóru. Um vit taptu við einum ella tveimum málum var líka mikið. Tað, sum ráddi um, var at javna.

Spælið varð nógv øðrvísi í 2. hálvleiki?

? Vit fingu betri tak á tí. Eg visti, at slovenunum líkaði illa, tá norðmenn spældi ímóti teimum við at brúka kroppin nógv. Hetta vápnið høvdu vit als ikki brúkt í 1. hálvleiki. Dómarin gjørdi tað torført hjá okkum, men eg segði við spælararnar, at teir skuldu geva teimum meiri búff. Tað vil siga, at vit skuldu brúka kroppin meiri. Tað eydnaðist í 2. hálvleiki at fara í nærdystir við mótstøðumenninar. Tað var týðuligt, at hetta líkaði teimum heilt illa. Tað var skjótt, at teir fóru at hyggja upp á dómaran og út á beinkin, meðan teir veipaðu við ørmunum. Tá visti eg, at vit vóru á rættari leið. At teir so øktu til 2?0 staðfesti bara, hvussu vandamiklir teir eru, sjálvt um teir eru nógv kroystir. Okkara spælarar megnaðu at skora tvær ferðir, og eg kann ikki rósa teimum nóg mikið fyri tað. Teir høvdu tað so rudduliga uppiborið. Men tað hava vit so ofta áður hildið, tá mótstøðumenninir eru farnir úr Føroyum við øllum stigunum.


Broytingin

Allan Simonsen ásannaði, at hansara menn høvdu havt tað torført í síðunum í 1. hálvleiki:

? Vit høvdu broytt miðvølllin soleiðis, at Sámal Joensen var mitt á og tók sær av Milan Pavlin, meðan John Petersen lá longri úti í høgru, har hann skuldi hjálpa Allani Mørkøre. Serliga í 1. hálvleiki høvdu vit trupulleikar av hesum. Allan hevði í Mladen Rudonja ein sera skjótan og hugflogsríkan mótstøðumann, og tá John hevði ilt við at finna seg til sættis í nýggja leiklutinum, gjørdist tað meiri opið. Í 2. hálvleiki settu vit okkum so mikið á teir, at hesin trupulleikin var nógv minni.

Hvønn týdning leggur tú í, at eitt stig fekst burturúr fyrstu royndini í hesi undankappingini?

? Ómetaliga stóran týdning. Eitt er, at tað verður hugaligari í næsta mánað at fara niður til Sveis og Jugoslavia, og at tað verður spennandi at fáa øll hini londini higar komandi ár. Men fyri føroyskan landsliðsfótbólt hevur tað uppaftur meiri at siga, at spælararnir við sovornum úrslitum styrkja um sjálvsálitið. Eg havi leingi sagt, at stigini hava nærkast í hvørjum. Tað havi eg gjørt, tí spælið hevur verið til tað. Trupulleikin hevur verið mentalur. Spælararnir hava havt eina innbygda brremsu, sum hevur gjørt, at teir hava ikki torað at rokna við, at tað skuldi eydnast, og sovorðið hevur árin á avrikið og úrslitið. At teir megna at fáa stig og serliga at teir megna tað, eftir at teir so stutt undan leikloki hava verið aftanfyri við tveimum málum, rokni eg við fer at hava stóran týdning fyri framtíuðar avrik, segði ein fegin landsliðsvenjari.

Nógv er broytt, síðani fyrsta landsdystin hjá tær í 1994, tá Grikkaland vann 5?1 á Svangaskarði?

? Avgjørt. Gongdin hevur verið nátúrlig. Spælararnir hava nógv meiri altjóða royndir nú. Tað verður vant meiri í føroysku feløgunum nú, enn tað varð gjørt fyri seks árum síðani, og tað hevur stóran týdning fyri landsliðið, at nógvir spælarar eru í útlendskum feløgum. Mistøkini eru færri, og eftir eitt sovorðið avrik og úrslit eiga vánirnar fyri framtíðini at gerast uppaftur bjartari.

jh