Allan skiftir felag aftaná fimm kappingarár við KA Akureyri

Enn er ikki staðfest hvar leiðin gongur hjá føroyska landsliðsleikaranum

Mynd: mbl.is

Fyri stuttum var staðfest, at føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell skiftir frá KA Akureyri til Viking TIF í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Nú skriva íslendsku miðlarnir, at føroyski landsliðsleikarin, Allan Norðberg gevst eisini aftaná fimm kappingarár við KA Akureyri.

 

Íslendsku miðlarnir vita ikki at siga hvar leiðin gongur hjá Allani, og Allan er fáorðaður um tað, men sigur, at tað verður kunngjørt skjótt.

 

In.fo hevur tó keldur í Íslandi, ið halda seg vita, at Allan verður verandi í Íslandi og fer at spæla við Afturelding, ið hevur heima í Mosfellsbær stutt frá Reykjavík.

 

Spennandi verður at fáa staðfest hvar Allan fer at spæla komandi kappingarár. 

 

 

 

Mynd: mbl.is