Ein skrá er gjørd fyri vitjanina hjá Allan Conrad, sum fer at vitja í nógvum ymiskum samkomum kring landið.
Allan Conrad arbeiðir sum trúboðari og byggir flogbreytir fyri Mission Aviation Fellowship (MAF) i Tanzania. MAF er ein stor altjóða tvørkirkjulig trúboðaraorganisatión við deildum um allan heim.
Allan er føddur í Kina av donskum foreldrum, sum eisini vóru trúboðarar. Tíðin í Kina vardi ikki leingi, tí familjan varð noydd at flýggja orsakað av borgarakríggi. Seinni fóru tey til Tanzania sum trúboðarar.
Seinni fekk Allan sær útbúgving sum elektrikari í Danmark, og hevur hann arbeitt í nógvum ymiskum londum. Men tað varð í Tanzania, hann vildi arbeiða sum trúboðari. Allan sigur, at hann altíð hevur havt eitt hjarta fyri afrikanarum.
Rúni Højgaard, flogskipari, búsitandi í Hoyvík, er umboðsmaður fyri MAF í Føroyum.
_______________________________________________________________