Tað er longu fleiri vikur síðani, at tað var greitt, at AB næsta kappingarár skal spæla í næstbestu og ikki í bestu deildini. Áðrenn AB nakrantíð royndi seg í bestu deildini, plagdi tað at verða sagt, at argjamenn vóru B36 viðhaldsmenn. Næsta ár er møguleiki hjá teimum á Argjum aftur at taka á við B36, tí unga AB liðið, sum longu er farið at brynja seg til 2011, skal tá spæla fyri at flyta upp aftur í bestu deildina.
Í morgin verður tað Allan Mørkøre, sum inntil fyri fáum vikum síðani var AB venjari, ið kemur at vitja saman við B36. Hjá B36 snýr tað seg um at røkka fram á fimta plássið, sum ber við sær, at tað næsta ár verður ein heimadystur eyka sammett við tað liðið, ið endar á sætta plássi.
Sámal Erik Hentze, sum nú hevur ábyrgdina av AB liðnum, hevur fyri tað mesta blaðungar spælarar á liðnum. B36 hevur væl meiri royndar spælarar. Teir eru allir tøkir uttan málverjin Meinhardt Joensen, sum hevur brot í fótinum. Magnus Poulsen hevur seinastu ferðirnar vart málið, og tað fer hann eisini at gera í morgin.
Tá ið B36 í 4. umfari var á Argjum var úrslitið 2-2. Í 13. umfari vann B36 1-0 á AB í Gundadali.