All That Rain hevur valt at gevast eftir átta sera aktiv ár
- Vit halda, at tað er upp á sítt pláss at vit gevast nú. Vit hava havt nógvar útskiftingar, og um vit skulu halda fram, so mugu enn fleiri útskiftingar til. Tískil hava vit valt at gevast við All That Rain, sigur bólkurin í tíðíndaskrivi.
Bólkurin gav fløguna The Naked Truth út í 2001, og er hetta einasta fløgan, ið kom frá bólkinum. Manningin tá var Jens Marni Hansen (sang/gittar), Jens Tummas Næss (bass) og Henning Nicodemussen (trummur)
Manningin 2007 er Rókur Jákupsson Jakobsen (sang/gittar), Jens Tummas Næss (bass), Johan Ziskason (gittar) og Henning Nicodemussen (trummur).
Bólkurin endar hetta tíðarskeiðið við at spæla tey støðini, ið teir hava havt bestu lurtaraskararnar.
Suðuroy (Hvalba) fríggjakvøldið 28. des 2007.
Tórshavn (Rex) fríggjakvøldið 4. jan 2008.
Seinasti møguleiki at hoyra All That Rain verður 5. januar 2008 í REX.