Alkoholiska Pestin

   

Alt meðan neyðin, orsakað av alkoholmisnýtslu, sjaðist sum ringar í vatni, bendir alt á, at hvør pysluvognur í Tórshavnar Kommunu kann fáa skeinkiloyvi.

Á brúnni stendur borgarstjórin sjálvur og heldur seg skoða út yvir tignar sínar, meðan hann setur kikaran fyri blinda eygað. »Hugsjónin« er tann, at tess fleiri skeinkistøð eru, betur »læra« vit at drekka: Jú, tey, ið smittað eru av alkoholisku pestini og trína dansin um gullkálvin, brúka hetta við at nú skulu føroyingar læra at drekka. Og tað verður sagt í ramasta álvara.

Tit forsprákarar fyri útbreiðslu av alkoholi, eg skal her stilla tykkum nakrar fáar spurningar. Og fyri at lætta um hjá tykkum, so skal eg vera so beinasamur at svara teimum fyri tykkum.

1. Vita tit, hvussu ringt tað er at drekka seg frá húsi og heimi, konu/manni og børnum? Nei.

2.Vita tit, hvussu ringt tað er at liggja í dýkinum vegna drykkjuskap? Nei.

3.Vita tit, hvussu ringt tað er at vera vanvirdur av mest sum øllum vegna alkoholmisnýtslu? Nei.

4.Halda tit, at tað er til stuttleika, at fólk í øllum aldursbólkum kring landið alt drekka mest sum hvønn dag í viku? Ja (tørvandi vilji, sigur onkur).


Sum ein verja fyri alkoholisku pestini verður mangan sagt, at tú verður vístur á dyr, um tú ert sjónliga ávirkaður á eini matstovu við skeinkiloyvi. Hetta er kolasvørt lygn, og borgarstjórin við sínum gullkálvadansarum átti sum skjótast at søkt Almannastovuna um nýggjar brillur, um teir ikki hva ráð til tess sjálvir. Sjálvur havi eg nýliga sæð borgarstjóran gingið fram við eini matstovu við skeinkiloyvi. Har sótu tveir mans avdotnir beint innan fyri ? mest sum til framsýning ? hetta sá borgarstjórin helst ikki, men eg og fleiri við mær sóu tað. Og hetta er vanlig sjón har á staðnum. Ein annar ósiður sama stað, er tann sannroynd, at hvønn sunnumorgun kl. 11, meðan kirkjuklokkurnar ringja, lata barrdyrnar upp. Tað sær ikki júst dámligt út. Og tað er ikki óvanligt, at menn leiga sær kamar á Hotel Føroyum og drekka har fyri fleiri túsund krónur, uttan at verða vístir á dyr.

Sjálvandi munar hetta lítið í hagtølunum. Einans 6% av samlaðu nýtsluni stava frá nýtslu á matstovum, verður sagt. Tað er óivað rætt. Men hví í allari víðu verð er tað so umráðandi at fáa hetta talið upp eftir? Tað kann einans vera fyri at lívga um smá- og stórkapitalistarnar, sum liva av at sorla mannalagnur: Fyrr í øldini vóru brennivínstraðirnar tann stóri sorgarleikurin, nú er bara talan um onnur virði.

Sjálvandi verður meginparturin av alkoholi her á landi selt í Rúsunum og bryggjaríunum. Men tá tey, ið ringast eru fyri, ikki eiga fleiri pengar, royna tey at skava so frægt saman, at ráðini verða til ein dunk av húsarhaldsspritti, Royal d?Or ella hundashampoo.

Økið tit bara um skeinkiloyvini, skaðarnir verða har eftir. Í Noregi meta teir, at skaðarnir har á hvørjum ári kosta tað sama í peningi, sum 5 Lillehammer-olympiadur, umframt tey mongu, ið lata lív í ójavna stríðnum ímóti tí máttmikla Alkohol Kongi.

Heilaga kúgvin, vinnan, sigst vera orsøkin til hetta áarførið av skeinkiloyvum. Okkurt frægari mátti verið at havt sum vinnuveg, enn at liva av alkoholi, sum hevur kostað okkum so nógv mannalív og so ófatuligar sorgarleikir.

Tey, sum antin so ella so liva á lívsins skuggasíðu, munnu flest øll geva mær rætt í hesum sjónarmiðum.


Arnbjørn R. Thomsen