Alivinnan – hvat er størsta vandamálið?

Endamálið er gott - at binda fyri, at útlendingar fáa vald á føroysku alivinnuni. Men uppskriftin er ivasom, og skapar stórar trupulleikar, ikki minst, tí hon styrkir hina longu alt ov sterku miðsavningina av alivinnuni.

Tað var við nýggju alilógini, at ferð kom bæði á útlendska uppkeypið og miðsavnanina av føroysku alivinnuni. Í mai 2009 varð lógin í skundi, og við fráviki frá øllum tíðarfreistum, skundað ígjøgnum Løgtingið. Ein høvuðsbroyting var, at eigaraavmarkingin varð broytt úr 25% til 50 %. Og, skuldi tað vísa seg, umsitingin av loyvunum so grundleggjandi broytt, at eigaraavmarkingin gevur lítla meining.

Tríggjar alifyritøkur eru í dag, harav tann eina í veruleikanum ræður yvir 75% av alikapasitetinum.

Spurningar uttan svar
Nógvir viðkomandi spurningar vórðu settir, tá nýggja alilógin kom: Í hvønn mun økir nýggja lógin um møguleikan fyri, at útlendingar keypa upp føroysku alivinnuna?
Hvussu viðbrekin verður vinnan, um ein fyritøka, sum eigur bróðurpart av vinnuni, kemur í fíggjarligar trupulleikar? Og hvørjar verða samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar? Hvussu ávirkar duopolstøða (sum í dag nærkast monopoli) stóru undirveitaravinnuna?
Spurningar, sum tíverri ikki fingu nakað svar. Júst tí at Jóhan Dahl, landsstýrismaður, við stuðli frá táverandi samgongu, ikki gav sær stundir at gera eitt nóg dygdargott lógarverk, so skulu ad hoc broytingar nú gerast, sum skapa stóra órógv kring vinnuna.

Gummiavmarking
Í mai 2009 fekk landsstýrismaðurin brádliga skund, tí Føroya Banki, sum átti Vestlax, saman við Bakkafrost strongdu á at fáa eigaraavmarkingina broytta, so fyritøkurnar uttan trupulleikar kundu leggjast saman, og skrásetast á partabrævamarknaðinum. Væl hevur gingið í hond. Og vit kunnu øll fegnast um glæsiligu úrslitini og dugnasemið hjá hesi stórfyritøku.

Vinnulívsfólkið skal sjálvandi alla tíðina arbeiða fyri tí, sum gagnar fyritøkuni best. Men, politikarin hevur eina heilt aðra ábyrgd. Tað er tí bæði harmiligt og ábyrgdarleyst, at politiski myndugleikin ongantíð opið og erligt hevur viðgjørt vansarnar við miðsavningini av alivinnuni.

Lógarbroytingin, sum landsstýrismaðurin nú kemur við, er helst orsakað av at ein norskur strategiskur íleggjari hevur havt ætlanir um at kanna sær ein høvuðsbita av størstu føroysku alifyritøkuni.

Hetta scenarium stóð glasklárt longu í 2009, og tí hevði væl og virðiliga borið til at bundið fyri, so útlendsku íleggjararnir ikki settu pengar í føroysku vinnuna undir følskum treytum. Men, tá valdi man tvørturímóti at senda út boðini: Komið og setið pengar í føroysku alivinnuna, har tit eru eins væl komnir og føroyingar. Fyri síðani at venda 180 stig, tá íløgurnar eru gjørdar. Tað sendir eitt sera óseriøst signal út í heim. Boðskapurin er púra greiður: Føroyar er ikki eitt land, at gera íløgur í, tí karmarnir eru óstøðugir, og tað, sum verður lóggivið í dag, verður allarhelst kollvelt í morgin.

Vandamál í vinnuni
Miðasavningin av alivinnuni hevur aðrar tungar vansar, enn vaksandi áhugan hjá útlendingum. Ein stórframleiðari, sum eisini eigur fóðurframleiðsluliðið, hevur eyðsýndar fyrimunir í mun til hinar minnu alifyritøkurnar. Hann kann við øðiligari keyparamakt leggja seg tung á alt undirveitaraliðið. Eisini er vandi fyri, at fjøltáttað vørumenning og menning av ymiskum marknaðum kann gerast ov einstáttað, eru ov fáir aktørar. Fer ein slík fyritøka av knóranum, so rakar tað óendaliga meint føroyska búskapin, tí hon skræðir meginpartin av vinnuni og undirveitarum við sær í skrallinum. Tað er tí ikki uttan orsøk, at man aðrastaðni ger sonevndar antitrustlógir, at forða fyri, at ein einstakur aktørur leggur seg á eina heila vinnu.

Eingin ivi er um, at ætlaðu lógarbroytingarnar raka beint inn í “javnvágina” millum tær tríggjar verandi alifyritøkurnar. Hetta tí hon forðar fyri, at Marine Harvest Faroes kann vera við at bjóða uppá nýggj aliøki, sum landsstýrismaðurin vist ætlar at bjóða út. Ein fyritøka, sum er væl rikin, sum hevur verið bæði loyal og ein stabiliserandi faktorur í endurbyggingini av føroysku alivinnuni. So verða bert tveir aktørar eftir –og av hesum hevur tann størsti rakt loftið fyri eigaraparti ... ella hevur hann? Við øðrum orðum enn eitt stig ímóti fullari miðsavnan av allari vinnuni – er tað veruliga skilagott fyri vinnuna?

Berufsverbot fyri skikkaðar leiðarar?
Eitt krav, sum landsstýrismaðurin nú setur, er at stjóri og nevndarformaður skulu hava búð í Føroyum seinastu tvey árini. Skal ein føroysk alifyritøka ikki kunna velja sær tann best skikkaða m/k til hesi størv? Tað er sera avgerandi, at vit knýta at okkum góð og roynd fólk, ikki minst dugnaligar føroyingar, sum starvast uttanlands. Skal hesin møguleikin kvettast? Hetta tykist ikki sum víðskygdur vinnupolitikkur, men sum óheppin protektionisma!

Og hví man landsstýrið velja at lóggeva einans fyri útlendskan eigaraskap í alivinnuni, og ikki í fiskivinnuni? Í alivinnuni ber av góðum grundum ikki til at flyta primerframleiðsluna – framleiðsluna av laksi – av landinum. Í fiskivinnuni gongur sjón fyri søgn, hvussu útlendsk feløg gjøgnum føroyskar strámenn savna alt veiðuliðið á fáum útlendskum hondum.

Tíverri gevur lógaruppskotið enn einaferð eina fatan av, at lógirnar verða smíðaðar ad hoc eftir tørvi hjá einstøkum aktørum, heldur enn við yviskipaðum atliti til langtíðaráhugamálini hjá samfelagnum og vinnuni.

Fari tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin um at skipa fyri aðalorðaskifti um hesa okkara høvuðsvinnu, so vit veruliga fáa vent øllum ivamálum, og smíðað lógarkarmar, ið skapa trygt og haldbart grundarlag undir vinnuni.