Aliringurin er sum 5-6 ítróttarhallir

- Alt er nógv størri og tyngri í hesum nýggja aliringinum. Ringurin er 160 metrar í ummál. Slangurnar eru sum vanligt tríggjar í tali, men tær eru heilar 45 sentimetrar í tvørtmát, sum er nógv meiri enn vanligt. Stútturnar ella besløgini eru einar 80 sentimetrar hægri enn vanligt, soleiðis at tær nú røkka 1,80 metrar úr sjónum. Søkkringurin vigar 13,5 tons, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ-Hydraulik

ALIRINGAR

Higartil í ár hevur KJ-Hydraulik á Kambsdali gjørt ikki færri enn 34 aliringar, og nakrir ringar verða gjørdir aftrat tað, ið eftir er av árinum. Hvussu nógvir ringar liggja fyri framman, vil fyritøkan ikki siga ítøkiliga, men sum skilst, væntar felagið rímiliga nógv virksemi fram eftir.
Síðan í november í fjør hava 6-7 mans hjá KJ -Hydraulik burtur av fingist við at gera aliringar, og hetta virksemi fer fram á havnalagnum á Eiði.
Tað, sum er serliga áhugavert við hesum virksemi hjá KJ-Hydraulik í løtuni, er, at felagið júst er liðugt við størsta aliringin, sum felagið nakrantíð hevur framleitt. Hetta er ein aliringur, sum má metast at vera egnaður til havaling og er soleiðis eitt frambrot innan føroyska aling.
Hesin veldugi aliringurin er ikki færri enn 160 metrar í ummál, og hann hevur ein søkkring, sum vigar heili 13,5 tons.

Størri og tyngri
Jóannes Mørkøre, sølumaður, sigur, at vanligu ringarnir, sum felagið í ár hevur framleitt, eru 128 metrar í ummál.
- Alt er nógv størri og tyngri í hesum nýggja ringinum. Slangurnar eru sum vanligt tríggjar í tali, men tær eru heilar 45 sentimetrar í tvørtmát, sum er nógv meiri, enn vanligt hevur verið.
Hann vísir á, at stútturnar ella besløgini eisini eru einar 80 sentimetrar hægri enn vanligt, soleiðis at tær nú røkka 1,80 metrar úr sjónum.
- Hetta verður alt gjørt fyri, at nýggi ringurin skal klára seg í havalduni, og hæddin er størri, soleiðis at laksur ikki skal sleppa upp um girðingina, tá stór alda er í sjónum.
Sølumaðurin vísir á, at tað er Bakkafrost, sum eigur henda stóra aliringin, sum skal liggja á Gulanum út fyri Argjalandinum. Felagið skal hava ein slíkan ringt aftrat, og hesin seinni skal latast í august í ár.

Veldugur søkkringur
- Eg haldi, at ein aliringur av hesi støddini saktans kundi ligið eystan fyri Nólsoynna, um so var.
Jóannes Mørkøre sigur seg ikki vita um, at ein slíkur søkkringur, sum vigar 13,5 tons, er gjørdur í Føroyum áður – og hann veit heldur ikki um, at hann er gjørdur í heiminum yvirhøvur.
- Vit gjørdu fyrsta søkkringin í 2004 og hava gjørt fleiri síðan. Áður hevði man blýgg, sum hingu uppi í nótini, men tað ber ikki til at hava so tung blýggj, tí annars skrædnar nótin.
Hann leggur aftrat, at vanliga vektin á søkkum hevur verið 30-40 kilo fyri hvønn metur, men søkkringurin, sum brúktur verður til henda stóra aliringin, vigar 80 kilo fyri hvønn metur.
- Ein slíkur søkkringur ger, at plássið hjá laksinum í nótini verður nógv størri, og serliga hevur hetta stóran týdning á streymasjógvi. Vit kunnu róliga siga, at menningin, sum vit saman við alivinnuni hava bygt upp á hesum øki, er gjøgnumbrot innan havaling í Føroyum.
Jóannes Mørkøre vísir á, at umstøðurar at ala í Føroyum og Noregi kunnu slett ikki samanberast.
- Norsku firðirnir eru langir, og teirra bólkingar av aliøkjum eru slett ikki tær somu sum tær, ið vit hava í Føroyum. Aling í Føroyum á firðum og sundum, sum liggja út móti havinum, hevði verið sonevnt max hjá norðmonnum í váða, meðan vit í Føroyum í dag slett ikki snakka um hetta, tí hetta er vorðið ein náttúrligur partur av okkara aling.
Sølumaðurin hjá KJ-Hydraulik vísir á, at øll menningin, sum hevur verið innan føroyska aling, og sum felafgið á Kambsdali hevur verið við í, er farin fram í neyvum samstarvi við vinnuna.
- Tað er ongantíð soleiðis, at tú smoyggir nakað yvir høvdið á einum alara. Ger tú tað, keypir hann ikki vøruna, leggur Jóannes Mørkøre aftrat.

5-6 ítróttarhallir
Spurdur, um tað ikki kennist yvirdrivið at gera aliringar av slíkari stødd og styrki til aling á firðum og sundum, er svarið hjá Jóannesi Mørkøre:
- Hevði tú spurt meg fyri 10 árum síðan, hevði eg sagt, at hetta var vanvid. Nú er hetta heilt normalt og bara ein liður í menningini av føroyskari aling, leggur hann aftrat.
Sølumaðurin vísir á, at stóri aliringurin og tungi søkkringurin eru ógvuliga áhugavert í føroyskari aling.
- Í staðin fyri at fylla firðir og sund við aliringum, kunnu vit bara gera ringarnar størri.
Jóannes Mørkøre vísir á, at rúmmetarnir í einum slíkum aliringi eru einir 33.000 sum svarar til rúmdina í eini 5-6 ítróttarhallum.
- Men á Gulanum, har nýggi ringurin og hin næsti eisini koma at liggja, er ikki so djúpt, og tí verða rúmmetrarnir nakrir færri, men hetta er framvegis stórir ringar – og nógv størri enn teir, vit áður hava havt við at gera í føroyskari aling.
Jóannes Mørkøre vísir á, at áðrenn ILA-sjúka fór at gera um seg í føroyskari aling, vóru eini 800 tons av laksi í einum aliringi á 128 metrar, tá byrjað varð at taka laksin. Tá so alt var tikið, var nøgdin í ringinum umleið 1000 tons. Í somu ringum í dag ganga eini 500 tons, tí ansað verður betri eftir, at fiskurin ikki gongur ov tætt og gerst strongdur.
- Alarar hava givið fiskinum betri pláss, og hetta ger, at hann trívist betri. Eg dugi ikki at siga, hvussu nógvur fiskur kann verða í einum aliringi, sum er 160 metrar í ummál, men eg vænti, at her kann væl meiri fiskur ganga enn í nøkrum øðrum aliringi, sum vit hava á føroyskum firðum og sundum í dag, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ-Hydraulik.
Sosialurin kann leggja aftrat, at besløgini ella stútturnar, sum KJ-Hydraulik brúkar í sínari framleiðslu av aliringum, enn sum áður koma úr Rumenia, har Kári Johannesen, sáli, í sínari tíð legði lunnar undir eina verksmiðju fyri at hjálpa fólkinum í bygdini.