Havbúnaðarfelagið hevur seinastu árini skipað fyri aliráðstevnu, og Aliráðstevnan 2013 verður fríggjadagin 22. februar á Hotel Føroyum.
Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag.
Nakrir afturvendandi tættir hava verið seinastu árini, og hesaferð fer Ragnar Nystøyl, leiðari hjá Kontali í Noregi, at greiða frá um marknaðarútlitini í 2013. Harumframt fer Lill-Heidi Johansen frá NOFIMA at greiða frá nýggjastu granskingini innan IPN og koppseting, og Sofie Remø frá NIFES fer at røða um, hvørja ávirkan viðgerð við hydrogenperoxid ávirkar laks.
Vinnuhúsið sigur, at Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, fer at halda fyrilestur um tað, sum rópt verður "gaping" í laksi, og hon hevur skrivað eitt phd projekt um hetta evnið. Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, fer at umrøða fiskaheilsustøðuna í Føroyum. Rúni Dam fer eins og undanfarna ár at gera upp fiskagoymslur og metingar fyri komandi ár, sigur Vinnuhúsið.
- Enn eru øll nøvnini ikki komin uppá pláss, og endalig skrá verður væntandi kunngjørd í januar, sigur Vinnuhúsið.