Alibátur fór á Mjóvanes

Um middagsleotoð fór alibáturin Grønalíð á land á Mjóvanesi. Báturin var fullur av smolti Grønalíð bað um hjálp yvir Tórshavn Radio klokkan 12 í dag, tí báturin hevði rent á Mjóvanes og báturin tók møguligan sjógv inn. MRCC-støðin sendi beinanvegin Tjaldrið, sum lá á Havnini, á staðið, og fleiri bátar, ið vóru í økinum ,setti kós móti Grønalíð.

Burgundia, sum var stødd í Leirvíksfirði, kom fyrst til Grønalíð og tók teir báðar menninar, sum vóru við Grønalí,ð umborð. Gummibáturin hjá Tjaldrinum var komin á staði.

Menninir á Grønalíð fóru umborðaftur, meðan Burgundia togaði Grønalíð avaftur. Báturin, ið var fullur av smolti, sá út til at klára seg og setti kósina móti Hvannasundi saman við Tjaldrinum, sigur MRCC Tórshavn í tíðindaskrivi.