Árini við felagsliði í Suðuroy eru av – í hvussu so er í hesum umfarinum – og nú er TB, sum er elsta felagið í landinum, aftur í bestu deildini.
Nógvar útskiftingar hava verið, og ein gamal kenningur er venjari. Talan er um serbiska Deni Pavlovic, sum er gamal kenningur. Hann var venjari í 1998, og hann er pápi KÍ miðverjan Deni Pavlovic.
-Vit kundu hugsað okkum onkran spælara aftrat, men vit leggja til brots við góðum treysti. Um tað bara stóð til mín, so spældu vit álopskent, men vit mugu eisini leggja uppfyri tí, sum hini liðilni fara at vísa, sigur Zoran Pavlovic.
Aron Sørensen er skaddur. Liðformaðurin í fjør, Teitur Olsen, hevur ikki verið til venjingar enn, men venjarin vónar, at hann nú fer at venja.
Í AB kenna teir seg vera betri fyri, enn teir vóru í fjør. Ungu menninir eru mentir og samanspældir. Men málið er framvegis at sleppa undan niðurflytingini, sum tað í fjør akkurát eydnaðist at sleppa undan:
-Vit eru fleiri, sum kappast um plássini. Tað ræður um at styrkja um sjálvsálitið soleiðis, at vit fara at megna at fáa størri úrtøku úr møguleikunum, enn vit megnaðu í fjør, sigur miðvellarveteranurin Bárður Olsen.
Jákup Pauli Breckmann, Jógvan Jóannesarson, Filip í Liða og Bjarni Skála eru skaddir.