Føroyski tónleikabólkurin, Aldubáran, er frá 28. november til 4. desember á konsertferð í Eysturríki.
Wien er høvuðsstaður hjá klassiska tónleikinum. Millum aðrar hava Mozart, Beethoven, Schubert, Haydn eins og Strauss virkað har.
Á ferðini skal bólkurin framføra 3 konsertir og tónleikurin, ið verður spældur, er einamest føroyskur. Tónaskøldini eru Sunleif Rasmussen, Kári Bæk, Kristian Blak, Tróndur Bogason og Atli Petersen.
Harumframt verða verk eftir Arnold Schönberg og Werner Schulze framførd.
Hetta er eitt fantastiskt høvi hjá Aldubáruni og føroyskum tónaskøldum, siga tey í Aldubáruni.
- Vit framføra føroyskan tónleik í Wien, sum fyri klassiskan tónleik er tónleikahøvuðsstaður heimsins.
- Somuleiðis skal konsertferðin vekja ans fyri føroyskum tónleiki sum heild og harvið skapa møguleikar hjá tónaskøldum eins og tónleikabólkum úr Føroyum.
Hetta er aðru ferð, at Aldubáran er boðin til Eysturríkis at framføra. Tey vóru og spældu har í 2007.
Fyrsta konsertin verður á Arnold Schönberg Zentrum í Wien. Onnur konsertin verður 1 desember í Salzburg á Barockmuseum Salzburg og síðsta konsertin verður á konsertstaðnum Haus der Musik í Krems 3. desember.
Konsertferðin er komin í lag í samband við Österreichischer Komponistenbund, sum er eysturríska komponistafelagið
Tónleikararnir við Aldubáruna á túrinum eru; Sámal Petersen og Øssur Bæk spæla violin, Angelika Nielsen spælir bratsj, Andreas Restorff spælir sello og Jóhannes Andreasen spælir klaver