Aldargomul smúkkulist í Ribarhúsi

Smúkkur, gjørdar eftir aldargamlari tøkni, eru kjarnin í listini hjá Michael og Anette Arleth, sum í løtuni hava listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði



Tey fevna víða eftirhondini listarliga, tey bæði Michael og Anette Arleth og sonur teirra Rune Arleth, sum í løtuni hava felags framsýning í Gallerí Ribarhúsi í Fuglafirði. Framsýningin umfatar smúkkur, bronsuskulpturar og 16 foto-collagir, sum Rune Arleth hevur gjørt. 



Tað stóra í tí smáa

Meðan listarliga spektrið hjá Arleth familjuni soleiðis allatíðina veksur, tykist listarliga tilgongdin framvegis at goyma seg í smáu smúkkunum, sum Anette og Michael Arleth eru so kend fyri.

Líka frá byrjan hava smúkkurnar verið kjarnin í teirra listalívi. Fyri tey eru smúkkurnar ikki bara ein prýðislutur, men eru heldur at meta sum smámyndir, har ævigi tvídrátturin millum form og funktión endurspeglast niður í minsta smálut. Ikki minst tí smúkkulist eisini má hugsast sum partur av kroppinum.

- Kroppar eru so ymiskir, og tað skulu smúkkurnar endurspegla. Tær skulu bæði undirstrika persónligheitina hjá henni ella honum, sum ber smúkkuna, umframt at tær onkursvegna skulu útrykka listarliga lyndið hjá listafólkinum. Smúkkur eru smá listaverk, sum vísast fram millum menniskju - á kroppinum, vísa tey bæði á.

Grundtilfarið í smúkkunum er gull og silvur, sum ofta er flættað saman við øðrum, rættiliga óvanligum tilfari í nýskapandi samansetingum, sum geva smúkkunum ein persónligan og ofta humoristiskan dám. Til dømis er ikki óvanligt at hóma bæði flintstein, hestahár, ormahylki og smá glaspetti í smúkkunum.

Ofta nýta tey sonevnda perdúe tøkni, sum stavar frá fornøldini, tá fólk nýttu bivoks og leir sum formar at stoypa gullgripir við. Á hendan hátt gongur ein reyður tráður ikki bara gjøgnum listaverkini men eisini heilt aftur til eina listarliga frumtøkni, tey fægstu kenna til í dag.

Hóast tað eru evarsmáu detaljurnar, sum gera munin í smúkkunum, tykjast størru standmyndirnar onkursvegna at vaksa út úr smúkkunum. Á tann hátt kunnu standmyndirnar síggjast sum ein mótsetningur til ella ein maki hjá mikrokosmos í smúkkunum, har tilfar sum bronsa, flint, træ og glas verður kannað og hugsað inn í størri, fræls verk í almenna rúminum.

Framsýningin er at síggja í Ribarhúsi fram til 9. juli