Eftir at hava leitað í nógv ár halda feðgarnir Alain og Pierre Malinkowski seg hava funnið ein tunnil, sum stavar frá skotgrøvunum undir fyrra heimsbardaga. Tað skrivar NRK.
Talan er um Winterberg-tunnilin uttanfyri Craonne nærhendis býnum Reims í ein landnyrðing úr Paris. Týski herurin brúkti tunnilin til at flyta herfólk og útgerð og annað við hermótið. Men 4. mai í 1917 varð 300 metra langi tunnilin bumbaður í báðum endum, so hvørki slapst inn ella út úr tunlinum, og mett varð, at meir enn 270 týskir hermenn vórðu fangaðir inni í tunlinum og doyðu har.
Støðan inni í tunlinum var ræðulig. Hermenninir kvaldust so líðandi, og summir bóðu aðrar um at gera av við seg ella doyðu fyri egnari hond. Hetta vita vit, tí tað eydnaðist at bjarga trimum hermonnum úr tunlinum, áðrenn týski herurin noyddist at rýma úr økinum undan fronskum álopum. Tá franski herurin so fekk ræðið á økinum, var óskilið so stórt, at tað ikki kom upp á tal at fara at grava týsku hermenninar út aftur.
Hendan óhugnaliga søgan hevur livað sum eitt kámt krígsminni har á leiðini, men hvørki franskir ella týskir myndugleikar hava verið serliga áhugaðir í at finna tunnilin aftur. Tá kríggið endaði, vóru fraklendingar meira áhugaðir í at geva sínum egnu falnu eina rætta jarðarferð, og við tíðini vuksu runnar og trø upp á staðnum, har nú gátuføri tunnilin segðist at hava verið.
Men so fór Alain Malinowski, sum býr á leiðini, at kanna søgurnar nærri, og hann fann millum annað gomul kort og gamlar avhoyringar av týskum krígsfangum. Í 2009 fann hann eitt kort, sum gav góðar ábendingar um, hvar tunnilin var, men hann fekk ikki sannført fronsku myndugleikarnir um, at tað var vert at fara at leita eftir tunlinum og øllum líkunum av týsku hermonnunum.
Í 2019 eydnaðist tað so loksins Alain Malinowski og soninum Pierre at finna tað, sum eftir øllum at døma var onnur inngongdin til tunnilin. Teir funnu gamlar gassmaskur og vápn og eisini leivdir av tveimum fólkum. Síðani fyltu teir holið aftur og vendu sær enn einaferð til myndugleikarnar, men heldur ikki hesaferð fingu teir undirtøku fyri at leita víðari.
Nógv halda eisini, at lík, sum hava ligið so leingi í friði, eiga at sleppa at verða liggjandi í friði. Men Malinowski-feðgarnir vilja ikki gevast og eru nú farnir til fjølmiðlarnar við síni søgu, og nú hava fleiri miðlar skrivað um eina ókenda hópgrøv ikki langt frá Paris.
Hvørki fronsku ella týsku myndugleikanir tykjast vera áhugaðir í at grava tunnilin fram aftur. Vanliga eru almennir myndugleikar ikki so hugaðir, tá talan er um privat átøk sum hetta. Hinvegin ganga nú søgur um, at onnur fólk eisini eru farin at grava á leiðini, helst í eini vón um at finna okkurt, sum kann hava søguligt virði.











