Albert Dam megnaði tó ikki at vinna finaluna ímóti Jógvani Niclasen, tá teir hittust.
Tí var úrslitið í Compound-bólkinum, at Jógvan Niclasen vann, Albert Dam gjørdist nummar tvey og Kaj Johannesen fekk triða plássið.
Í Recurve-bólkinum var hjá mongum talan um laka skjóting, men Jógvan Magnus Andreasen skeyt væl, og vann kappingina ruddiliga.
Sermerkt við kappingini var, at øll trý fremstu plássini vóru mannað av vágamonnum. Nummar eitt gjørdist Jógvan Magnus Andreasen, Tórhallur Simonsen fekk annað plássið, og Jim Guttesen gjørdist nummar trý.
Hjá børnunum var ongin ivi, um at antin Oddmar Nielsen ella Odd Andreassen fór at taka fyrsta plássið eftir innleiðandi kappingina, og tá tað kom til stykkis vann Odd Andreassen. Oddmar Nielsen gjørdist nummar trý og Ingi Alfredsson fekk triðja pláss.
Komandi sunnudag verður aftur bogaskjótikapping í høllini á Giljanesi.










