Al-Qaeda valt nýggjan leiðara

Tað tók al-Qaeda góðar tvær vikur at finna eftirmannin hjá Osama bin Laden. Talan er kortini um ein fyribilsleiðara. Amerikanska sjónvarpið CNN og pakistanska blaðið The News hava fingið váttan fyri, at al-Qaeda hevur valt fyrrverandi egyptiska heryvirmannin Saif al-Adel til leiðara. Hann hevur frammanundan virkað sum ein av teimum fremstu ráðgevunum hjá felagsskapinum.

Tað er kortini líkt til, at talan er um eitt fyribilsval, og at tað helst verður egyptin Ayman al-Zawahiri, sum tekur við seinni. Hann hevur leingi verið roknaður sum næstovasti í al-Qaeda.