Hóttanin varð sett fram á einum ljóðbandi, sum arabiska sjónvarpsstøðin Al Arabiya sendi sunnukvøldið. Á bandinum varð eisini sagt, at tað eru ikki stuðlar hjá Saddam Hussein, sum hava skipað fyri álopunum á amerikansku hermenninar í Irak, men limir í al-Qaeda.
Í sjálvari hóttanini varð sagt, at teir heilagu krígsmenninir fara at skipa fyri einum stórálopi á um nakrar dagar, og at álopið fer at ryggbróta USA. Um álopið verður í Irak ella aðrastaðni, varð einki sagt um.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, segði um vikuskiftið, at hann væntar, at álopini á amerikansku hermenninar í Irak fara at halda fram. Samstundis segði hann, at hermenninir í Irak verða ikki tiknir haðani enn, sum hann tók til. Fyri nøkrum døgum síðani segði verjumálaráðið Pentagon, at USA noyðist helst at hava einar 145.000 hermenn í Irak. Fyri bert fáum mánaðum síðani metti stjórnin í Washington, at tað fór at verða nóg mikið við 50.000 amerikanskum hermonnum í Irak.
Síðani tann 1. mai eru 32 amerikanskir hermenn deyðir í álopum í Irak. Tann seinasti doyði í gjár.









