Farið var undir kanningina av Toyota Landrover bilinum hjá Klæmint Eli Poulsen mánadagin, og hildið var fram týsdagin.
- Tá vit eru lidnir við kanningina, verður ein frágreiðing skrivað til politiið. Men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat kanningin fer at vísa, sigur Búgvi Apol, kanningarleiðari á Akstovuni.
Tað tekur drúgva tíð at gera slíkar kanningar, og tí verður hildið fram týsdagin eisini.
Búgvi Apol vil einki siga um kanningina, eisini tí hon ikki var liðug, tá Sosialurin ringdi.
- Tað verður sum longu nevnt fest á blað í einari frágreiðing til politiið, og meira fái eg ikki sagt í løtuni, sigur Búgvi Apol.