Í dag bleiv Fólkatingið sett aftur og Magni Arge og Sjúrður Skaale skulu aftur møta til tingfundir.
Teir báðir vóru sjálvandi til staðar, tá Fólkatingið bleiv sett í morgun. Sum vanligt var kongafamiljan eisini til staðar og lurtaði eftir røðuni hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.
Føroysku fólkatingslimirnir vóru ikki einastu føroyingarnir, sum vóru til staðar. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, vóru eisini til setanina í dag, sum siður er.
Dagurin byrjaði sum vant við gudstænastu og síðani var farið í fólkatingssalin.