Aksel Poulsen og Niclas H. Eysturoy hava fyri løtu síðani spælt fjórðingsfinalu í double kappingini hjá monnum.
Teir spældu móti Stuart Hardy og Jordan Trebert frá Guernsey, og okkara menn vunnu 2-1. Sett úrslitini vóru 12-21, 21-16 og 15-21.
Í hálvfinaluni skulu Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy spæla móti tveimum frá Menorca, sum eru seedaðir sum nummar trý til double kappingina, meðan Aksel og Niclas sjálvir eru seedaðir sum nummar tvey. Tí burdu verið útlit fyri, at vit kunnu koma í finaluna í double hjá monnum.