Tað hevur verið illveður seinastu dagarnar, og soleiðis hevur eisini verið á leiðini millum Føroyar og Ísland.
Skipið Akranes hjá Smyril Line, sum var á veg úr Torlakshøfn í Íslandi til Føroya, fekk á leiðini úr Íslandi ein stóran sjógv.
- Tíbetur var eingin fólkaskaði, men nakrir trailaravognar við fiski fingu skaða, og fiskurin rósaði og hevur fingið løstir í viðferðini.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, sigur, at Akranes fekk sjógvin nakað eftir, at skipið var farið úr Íslandi.
- Akranes liggur nú á Havnini, og nú skulu skaðarnir sýnast, bæði trailaravognar og góðs, sigur hann.
Siglingarleiðin hjá Akranesi er úr Torlakshøfn til Føroya, og síðan fer skpið úr Føroyum niður til Rotterdam.
- Her verður eitt stórt upptak, áðrenn leiðin ber víðari, men vit hava vónir um, at skipið kann loysa einaferð seinni í dag, sigur stjórin í Smyril Line.
Jens Meinhard Rasmussen sigur, at tað var á ovasta dekkinum av trimum á Akranesi, at trupulleikar vóru í illveðrinum.
- Tað er ikki óvanligt, at skip fáa sjógv á vetrardegi, men vit royna altíð at tryggja góðsið umborð sum best, sigur stjórin í Smyril Line.