Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi. Talan var um eitt óhapp á Eystara Ringvegi, har ein persónur, sum var til gongu, varð ákoyrt av einum bili. Talan var um ein persón, sum var á veg tvørtur um vegin á einum gonguteigi, men tað ansaði ein bilførari ikki eftir og rakti viðkomandi.
Løgreglan sigur, at sjúkrabilurin varð boðsendur og tey kannaðu persónin, sum varð ákoyrdur, men mett varð ikki, at viðkomandi hevði fingið skaða.
Men bilførarin kann vænta sær at frætta aftur frá løgregluni. Løgreglan skal nú kanna umstøðurnar, og hvussu óhappið hendi. Men bilførarar hava serligar skyldur at ansa eftir, tá ið tei nærkast einum gonguteigi.
Tá ið løgreglan ikki er liðug at kanna málið, ber heldur ikki til at siga, hvussu farið verður fram, men í útgangsstøðinum kann bilførarin vænta sær eina bót, men hann kann eisini vænta at missa koyrikortið, antin treytaleyst, ella treytað so at hann má taka tað av nýggjum fyri at kunna halda fram at koyra bil.