Føroya fremsta elektriska popduo Byrta duga eisini at vera akkustisk, hetta vísa tey á einari framúr góðari kjallaraframførslu av lagnum “Vit falla”, ið tit kunnu síggja omanfyri.
Upptøkan er gjørd í kjallaranum á Oyrasundskollegiunum á Amager. Hon vísir styrkina í løgum og tekstum hjá Byrta, at lagið eisini riggar so væl í so naknum og einfaldum líki.
Byrta hevur fingið nógv rós fyri útgávuna, ið er ein tann mest heilstoypta føroyska poppútgávan, og hava spælt væleydnaðar konsertir í Føroyum, Íslandi og Danmark.