Áki valdi løtuna væl tá hann skoraði fyrsta bundesliga-málið

Áki Egilsnes tryggjaði EHV Aue javnleik í allarseinasta álopinum í útidystinum móti Hamm Westfalen

Áki Egilsnes er fyrsti landsliðsspælari hjá Føroyum sum skorar mál í 2. bundesligu

Áki Egilsnes er fyrsti landsliðsspælari hjá Føroyum sum skorar mál í 2. bundesligu

Áki Egilsnes kann í dag fegnast um at hava skotið sítt fyrsta bundesliga-mál. Staðfestast má, at Áki valdi løtuna sera væl.

 

Liðið hjá Áka, EHV Aue hevði í dg torføran útidyst móti Hamm Westfalen í 2. bundesliga, har tað leikaði javnt á allan dystin. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, og tá EHV Aue skuldi gjøgnumføra seinasta álopið var støðan 24-23 til heimaliðið, Hamm Westfalen.

 

Tá hendi søguliga løtan: fyrsta føroyska 2. bundesliga-málið í hondbólti nakrantíð hjá einum føroyskum landsliðsspælara. Áki var hegnisliga spældur leysur í høgru síðu og í teimum doyggjandi sekundunum av dystinum setti hann bóltin í netið til javnleik 24-24. Áki kundi ikki valt løtuna betri til sítt fyrsta bundesliga-mál. Áki var stórliga fagnaður av liðfeløgunum, ið høvdu bjargað sær eitt stig við sær aftur til Aue.

 

Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Áki, at hann helt seg ikki hava spælt ein serliga góðan dyst, og tí kom tað eyka væl við, at hann kundi tryggja liðnum ein javnleik beint áðrenn seinasta bríksl. 

 

EHV Aue hevur trý stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í 2. bundesligu hetta kappingarárið. 

 

HER  sæst ein upptøka av málinum frá Facebook-bólkinum hjá EHV Aue.

 

Áki Egilsnes er fyrsti landsliðsspælari hjá Føroyum sum skorar mál í 2. bundesligu

Áki Egilsnes er fyrsti landsliðsspælari hjá Føroyum sum skorar mál í 2. bundesligu