Áki skoraði fýra mál í 2. bundesligu í dag

EHV Aue tapti, men Áki Egilsnes hevði ein betri dag við málskjótingini

Leikluturin hjá Áka Egilsnes í EHV Aue í 2. bundesliga í hondbólti í Týsklandi hevur verið mest í verjuspælinum, og tí hevur tað ikki verið tað heilt nógva sum Áki Egilsnes hevur skorað av málum.

 

Í dag hevði Áki tó ein munandi størri offensivan leiklut tá EHV Aue á heimavølli tapti 27-29 fyri Bietigheim-Metterzimmern. Áki skoraði fýra mál fyri EHV Aue í dag, og gjørdist næstbesti málskjúttin hjá EHV Aue. Í steðginum var Bietigheim-Metterzimmern á odda 14-12.

 

EHV Aue er næstaftast við 15 stigum fyri 26 dystir. Tó eru bert trý stig upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur eitt nýtt kappingarár í 2. bundesligu komandi kappingarár.

 

Komandi mikukvøld spælir EHV Aue á útivølli móti Rimpar.