Áki Egilsnes sum tekur síni tøk í verjuni hjá EHV Aue í næstbestu týsku hondbóltsdeildini skoraði eitt mál, tá EHV Aue tapi 30-34 fyri Rimpar á heimavølli í kvøld. Í steðginum var Rimpar á odda 15-13.
Undan dystinum hevði EHV Aue sett nøsina upp ímóti einum heimasigri, og teir vóru eisini favorittar hjá veddingarfyritøkunum, men soleiðis bleiv ikki.
EHV Aue liggur á einum trettandi plássi við seks stigum fyri átta dystir. 20 lið eru í 2. bundesligu.
Leygarkvøldið spælir EHV á útivølli móti Coburg 2000, ið liggur á 17. plássi við fýra stigum.