Tað gongur væl persónliga hjá Áka Egilsnes í 2. bundesligu í Týsklandi fyri tíðina.
Aftur í dag skoraði Áki fýra mál, legði upp til onnur mál og stóð væl í verjuni tá hann og liðfelagarnir fingu eitt kærkomið stig við javnleiki 27-27 móti Coburg á heimavølli.
Útjavnandi málið kom tá klokkan vísti 59:59, og á myndini síggjast spælararnir hjá EHV Aue fagna Sebastian Paraschiv, ið skoraði sera týdningarmikla málið.
EHV Aue er aftast í deildini við 16 stigum, men tað eru ikki meir enn fýra stig upp til fjórðaftasta plássið sum gevur eitt nýtt kappingarár í 2. bundesligur.
EHV Aue hevur 10 dystir eftir at spæla.
Komandi leygardag spælir EHV Aue á útivølli móti Ferndorf, ið liggur trý stig frammanfyri EHV Aue.