Áki fekk eina stóra uppliving á vøllinum móti Kiel

EHV Aue tapti rættiliga greitt móti stórliðnum úr Kiel í áttandapartsfinaluni í týsku steypakappingini

Mynd: EHV Aue

Mynd: EHV Aue

- Frá einum skala millum 1 og 10 var hendan upplivingin eitt 10-tal. Tað staðfestir Áki Egilsnes í stuttari viðmerking til in.fo aftaná áttandapartsfinaluna millum sítt lið, 2. bundesligaliðið, EHV Aue og týska meistaraliðið, stórliðið THW Kiel í týsku steypakappingini ígjár. Dysturin var leiktur í Aue. 

 

Áki skoraði einki mál, men tók fleiri tøk móti heimsstjørnunum hjá Kiel í verjuni hjá Aue.

 

THW Kiel vann greiðan 38-26 sigur. Í steðginum var Kiel á odda 17-12.

 

Áki fegnast umframt stóra upplivingina á vøllinum eisini um tann fantastiska stemningin, ið var í fullsettu høllini ígjár, tá teir í Aue skuldu stríðast móti yvirmaktini. Áki sigur stemningin vera av einum slíkum slagi hann ikki hevur upplivað áður. 

 

Komandi sunnudag spælir EHV Aue á útivølli móti Nordhorn-Lingen í 2. bundesligu.

 

EHV Aue liggur á áttanda plássi við fimm stigum fyri fýra dystir. Trý stig eru upp til uppflytingarplássini har Gummersbach og Hagen liggja við átta stigum. 

 

EHV Aue – THW Kiel 26-38 (12-17)

 

EHV Aue : Bengt Bornhorn 6, Petr Slachta 5, Arnar Halfdansson 4, Adrian Kammlodt 3, Kevin Roch 3, Felix Roth 1, Nico Schneider 1, Jannik Dutschke 1, Sebastian Paraschiv 1, Gonzalo Ribeiro 1.

 

THW Kiel : Nikola Bilyk 8, Miga Zarabec 4, Rune Dahmke 4, Niclas Ekberg 4, Patrick Wiencek 4, Domagoj Duvnjak 3, Steffen Weinhold 3, Magnus Landin 2, Hendrik Pekeler 2, Harald Reinkind 1, Pavel Horak 1, Dario Quenstedt 1, Sven Ehrig 1.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: EHV Aue

Mynd: EHV Aue